Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útihýstir útisetar

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin

Tíverri kundi Miðflokkurin ikki senda umboð til politiska kjakið, sum MFS skipaið fyri í sambandi við Frigg-festivalin í Keypmannahavn. Eg fylgdi tó væl við orðaskiftinum, sum varð sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Sjálvandi eru lesandi uttanlands sera ymis á máli um, hvat tey halda um føroyska samfelagið. Tey flestu eru eyðmjúk og takksom fyri, at tey í mun til stóra heimin eru sera heppin at kunna nema sær útbúgving so at siga kostnaðarleyst. Tann serliga forrættin hevur bert ein sera lítil partur av mannaættini.

Men so eru tað nøkur, vónandi ikki alt ov mong, sum tykjast at vilja seta krøv til føroyska samfelagið. At seta treytir við, um tey skulu koma heimaftur. Hvaðani slík hugsan kemur, er ikki gott at vita. Tí sjálvandi má tað vera totalt misskilt, um man krevur broytingar í Føroyum sum treyt fyri at venda heimaftur – til heimsins besta land. Tað eru milliónir av menniskjum, sum vildu givið alt fyri at sloppið at búð í Føroyum. Í londum sunnanfyri Miðjarðarhavið gjalda menniskjur í neyð hægsta prís fyri at sleppa burtur haðani, við lívinum í veð. Um tað so bara er í einum lítlum og ótryggum gummibáti, sum vónandi rekur á land á onkrari strond okkaramegin havið. Tí er tað ósmæðið at halda, at vit, sum byggja land her í Føroyum, fara at innrætta landið eftir onkrum donskum modelli. Sjálvandi skulu vit framhaldandi varðveita land okkara á sigurskós millum aðrar tjóðir og ikki geva okkum inn undir fremmandar ónollur.

Eisini kann ein fáa ta fatan, at nakrir útisetar hava verið ov leingi burturi. So leingi, at teir halda alt vera við tað gamla í Føroyum. So er ikki. Føroyar eru støðugt í menning. Bara hesi seinastu fáu árini er vinnulív okkara bygnaðarliga broytt soleiðis, at vit nú hava stórar fyritøkur, sum megna at bjóða førleikatyngri størv. Fyrr var tað bert hendinga ferð, at ein løgfrøðingur, sálarfrøðingur ella búskaparfrøðingur fekk starv í privatu vinnuni, meðan almennu skrivstovurnar í høvuðsheitum vóru mannaðar við fólki frá lærdum háskúlum. Í dag eru slík størv í økjandi mun at finna í vinnulívinum, tí fyritøkur hava fingið loyvi til at vaksa seg stórar.

Í vanda fyri at verða misskiltur haldi eg, at tað kann vera ein bági fyri framtíðarmenningina av Føroyum, at so stórur partur av føroyskum ungum lesa í Danmark. Danmark er møguliga heimsins liberalasta samfelag við teimum avleiðingum, sum tað hevur. Meðan Føroyar tíbetur framhaldandi eru eitt samfelag, sum í lógarverki heldur seg til siðbundnu kristnu trúnna. Hetta byggir í nøkrum førum upp ein óneyðugan og ógagnligan múr millum heimafturvend og okkum, sum altíð hava verið her. Tað er at fegnast um, at vit seinnu árini hava tikið týðandi politiskar avgerðir, sum geva ungum føroyingum høvi at lesa aðrastaðir enn í Danmark. Á tann hátt verður samfelagið meiri fjølbroytt og eisini meiri fyrireikað til framtíðar avbjóðingar.

Mín vón er, at allir lesandi útisetar venda heimaftur og verða við til at byggja hetta landið. Okkum tørvar hvønn og ein, sum fyrst og fremst setir sær sjálvum krøv, heldur enn øðrum, við tí fyri eyga at taka tøk landi og fólki at frama.


Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin