Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útiseti skrivar á kjakinum um KÍ: Ørvitistos at tosa um annað enn at yvirliva

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Meðan øll hini feløgini, sum KÍ gjarna vil sammeta seg við, hava syrgt fyri at tryggja sær spælarar til næsta kappingarár, so valdar framvegis stór óvissa í Klaksvík, skrivar ein “útiseti” á kjakinum, sum vit her endurgeva.

Ein, ið nevnir seg “Útisetin”, skrivar soleiðis um aktuellu støðuna í KÍ:

Tíverri má eg siga, at tað tykist valda eitt vist handlingslammilsi í fótbóltinum í Klaksvík.
Útgangsstøði er, at 2. lið er flutt eina deild niður, og at 1. lið bara akkurát kláraði at yvirliva í bestu deildini.

Meðan øll hini feløgini í Formula deildini hava kunngjørt hvør fer at vera venjari næsta ár, so hevur enn einki verið at frætta frá KÍ. Meðan øll hini feløgini, sum KÍ gjarna vil sammeta seg við, hava syrgt fyri at tryggja sær spælarar til næsta kappingarár, so valdar framvegis stór óvissa í Klaksvík.

Eitt er, at tað ikki er greitt, um nakrir nýggir spælarar koma. Verri er tað, at tað ljóðar, at onkrir av teimum, sum vóru góðir í ár, ikki fara at spæla næsta ár.

Bjarni, Rodrigo og Milic sigast at vera á veg úr Klaksvík. Joe kann ikki brúkast, og tað er ein spurningur, um nakað meiri kann fáast burtur úr Bjarna enn tað, sum hann hevur víst í ár.

Harley, Ovi, Jan og Allan sigast ætla at halda uppat. Nógv hevur verið tosað um Hjalgrím sum bjargingarmann. Nú hevur hann skrivað undir við NSÍ.

Alt hetta mátti verið borgan fyri, at tað er ørvisistos at tosa um nakað annað, enn at málið má vera at yvirliva í bestu deildini.

Vit eiga ein profil. Tað er Jákup Mikkelsen. Tað hevði verið forferdiligt, um vit ikki høvdu hann.

Vit mugu vóna, at stabilastu útispælararnir av øllum fara at halda fram í hvussu so er í eitt ár afturat. Ikki sannheit Allan Joensen og Jan Andresen. Harley Bertholdsen kemur eisini upp í hetta bjarginarfylgið.

So eru tað tríggir aðrir veteranar, sum kunnu blíva góðir og berandi. Men tað blíva teir bara, um teir verða betri fyri, enn teir vóru tað í ár. Ovi má koma í betri venjing. Heðin má fáa størri yvirskot, og so er tað Rógvi.
Hann var eitt vónbrot í ár. Men um hann sleppur av við skaðarnar og fer at fokusera upp á spælið í staðin fyri at renna aftaná málmonnunum, tá ið teir ætla at sparka út, so vita vit, at hann kann blíva orduligur styrkur.

So nú vóru sjey veteranar: Jákup, Harley, Jan, Ovi, Allan, Heðin og Rógvi. Teir mugu kunna vera góður botnur undir liðnum.

Kristoffur hevur viðhvørt víst, at hann hevur góð evni. Vónandi fer tað at hilnast betri hjá honum, enn tað hevur gjørt nú í heyst. So eru átta.

Vit mugu hava í minsta lagi átta afturat og helst tíggju. Sigmund Jacobsen, John Hammer, Eli Simonsen, Jógvan Isaksen og Álvur Christiansen eru upplagdir. Nú eru vit uppi á meiri enn einum liði.

Sørmund, Ari, Ivan, Heðin, Ísak, Helgi og einir tveir afturat kunnu vera slúsaðir upp í Formulahópin. So fer at líkjast.

Men okkum manglar einar tríggjar afturat. Tað hevði verið gott, um vit kundu fingið Atla, Kristian og Símin. Tað fyrsta er eftir øllum at døma útilokað. Kristian og Símin eru tíverri so nógv skaddir, at tað ikki kann roknast 100 prosent við teimum.

Um tað hevði borið til at hildið fast við Milic og Rodrigo, so hevði tað verið OK. Men vit mangla ein góðan miðspælara, ein góðan miðverja og ein góðan vinstra bakk, um Heðin ikki skal spæla á tí plássinum. Tað haldi eg, at hann skal.

Sjálvsagt skal Jákup Mikkelsen vera liðformaður.

Um hesir fáa tann rætta venjaran og tann rætta hjálparvenjaran, og um Eyðun fer at taka sær av unglingaliðnum, so verður tað ikki so galið at arbeiða út frá útgangspunktinum, sum framvegis er, at vit í 2009 skulu yvirliva í Formula deildini og kanska vinna meistaraheitið í unglingadeildini.

Men tað er alt avgerandi, at Heðin, Rógvi og Ovi vísa, at teir framvegis duga. Tað vil siga, at teir duga meiri, enn teir vístu í ár. Serliga Heðin og Rógvi.

Harleyfacadeacryl