Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útisetin hesaferð: – Føroyingar og danskarar eru ymiskir

Danial Viðoy

Hesaferð stendur Rannvá Lutzen fyri skotum og hon heldur m.a. at føroyingar og danskarar eru eitt sindur ymiskir. Ið hvussu er tá ið tað kemur til at halda seg framat í skúlanum. – Norðlýsið roynir annars fyri tíðina at broyta táttin, Útisetin hesaferð, eitt sindur. Er tað onkur, sum hevur eitt gott boð upp á ein góðan spurning til ein útiseta, ja, so er at viðmerkja undir greinini. Á góðum føroyskum: takk upp á forhond!

Hesaferð stendur Rannvá Lutzen fyri skotum og hon heldur m.a. at føroyingar og danskarar eru eitt sindur ymiskir. Ið hvussu er tá ið tað kemur til at halda seg fram at í skúlanum. – Norðlýsið roynir annars fyri tíðina at broyta táttin, Útisetin hesaferð. Er tað onkur, sum hevur eitt gott boð upp á ein góðan spurning til ein útiseta, ja, so er at viðmerkja undir greinini. Á góðum føroyskum: takk upp á forhond!

Navn, parlagsstøða og bústaður?

Rannvá Lutzen, Støk, Keypmannahavn

Hvat fært tú dagin at ganga við?

Eg lesi á Roskilde Universitet, og havi tvær døtrar, so tað fer tað mesta av míni tíð til. Annars royni eg at vera saman við mínum vinfólkum so nógv sum eg kann.

Hvat fekk teg av landinum?

Eg haldi nokk, at eg altíð havi havt eitt ynski um at flyta uttanlands, og royna okkurt nýtt. Endaliga avgerðin um at flyta til Danmarkar varð tikin, tá ið eg av álvara byrjaði at merkja, at tær flestu av mínum vinkonum vóru farnar undir lesnað uttanlands. Av teirri orsøk helt eg, at nú var tíðin komin til mín at royna meg í einum nýggjum staði.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?

Eg flutti niður í februarmánað í 2011. T.v.s at eg nú havi verið útiseti í góð 3 ár.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?

Eg trívist sera væl í Keypmannahavn. Eg haldi, at ein av høvuðsorsøkunum, til at eg trívist, er, at eg búgvi á Oyrasundskollegienum, har nógv av mínum vinfólkum halda til. Tað er sera lætt at koma í samband við onnur fólk her, og man kemur ofta í eitt gott prát við onkran, sum man kennir, tá man er í nærumhvørvinum. Tað er sjálvandi eisini ein fyrimunur at døtrarnar hava síni vinfólk her á kollegienum og í skúlanum, og at tær dáma væl at vera í Keypmannahavn.

Hvat tekst tú við í frítíðini?

Mín frítíð verður í høvuðsheitum brúkt saman við døtrunum. Tó royni eg, sum áður nevnt at hitta míni vinfólk tá møguleiki er til tað. Eg sigi sjálvdan nei takk til ein túr á café við eini vinkonu til eitt prát og ein góðan kopp av kaffi afturvið.

Dámar tær eina danska pylsu?

Hmm… hvussu skal spurningurin skiljast?

Etur tú nógvan føroyskan mat?

Eg eti ikki so nógvan føroyskan mat, so tað er ikki tað, sum eg leingist mest eftir. Mær dámar tó væl at fáa góðan fisk við aftur til Danmarkar, eftir at hava verið á vitjan í Føroyum.

Leingist tú heimaftur? um ja, hví? um nei, hví?

Sum nú er, trívist eg sera væl í Keypmannahavn, men tað kemst uttan iva av tí, at vinfólkini eisini eru her. Ætlanin hevur tó altíð verið at flyta heim aftur til Føroyar eftir loknan lesnað, tí at tað er har, ein hoyrir heima og har familjan er. Familjan er avgjørt tað sum dregur, tá eg hugsi um at flyta heim aftur. Tað eru ofta løtur har eg leingist eftir hugnanum heima í stovuni hjá mammu og babba.

Eru føroyingar og danskarar ein góð blanding? Passa teir væl ella illa saman? Hví?

Eg havi í míni lestrartíð lagt til merkis, at tað er stórur munur á føroyingum og danskarum. Eg veit ikki, um føroyingar eru beinleiðis afturhaldandi, men tað er sjónligt, at danskarar gera meiri vart við

seg undir undirvísingini og dáma væl eitt gott kjak. Eg haldi, at føroyingar hava ofta lyndið til at finna saman við øðrum føroyingum í skúlanum og í frítíðini. Tað kann kanska vera ein fylgja av, at føroyingar og danskarar eru so ymiskir.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?

Nú veit eg ikki, um tað er tí at eg búgvi á Oyrasyndskollegienum og so at siga næstan bara komi saman við føroyingum, men tað tykist sum um at tær siðvenjur, sum eg eri uppvaksin við, bara eru vorðnar sterkari síðani eg flutti av landinum. Mær dámar sera væl at fara til eina veitslu har grøna songbók verður tikin fram, og eg hevði til eitt hvørt høvið valt eina Veðr ístaðin fyri eina Tuborg.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?

Um fimm ár búgvi eg annaðhvørt í Klaksvík ella í Havn.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:

Eg vil fegin senda eina heilsan til mammu og babba, sum altíð hava stuðlað mær í teimum valum, sum eg havi tikið, og sum altíð hava verið klár við upplyftandi orðum, tá eg havi havt tørv á tí.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?

Eg vil gjarna senda uppgávuna víðari til systir mína Marjun Lutzen.