Útisetin hesaferð kemur heilt úr New Foundlandi. Sera áhugaverdur persónur …
Navn, parlagsstøða og bústaður?
Jóhan Símun Joensen, Giftur og búsitandi í St. John’s, Newfoundland and Labrador
Hvat fekk teg av landinum?
Eftir at eg varð liðugur við Studentarskúla útbúgving á Kambsdali, valdi eg at royna okkurt annarleiðis og leiðin gekk til Kanada. Ta fyrstu tíðina var eg til skips við rækjutrolara, men havi síðan tikið útbúgving í Stjórnmálafrøði.
Hvat fært tú dagin at ganga við?
Eg arbeiði sum millumlið ímillum oljuvinnuna og fiskivinnuna í Nýfundlandi. Hetta starvið er til tíðir krevjandi, tí at tað koma altíð at verða ósemjur ímillum hesar vinnur, ið vilja virka í somu økjum á sjónum.
Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?
At lív og heilsa eru í ordan og tað ikki stendur for illa til fíggjarliga – tað hjálpir altíð at klára at gjalda allar rokningarnar.
Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?
Eg havi búleikast í Nýfoundlandi í skjótt 12 ár.
Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?
Eg má siga, at um eg ikki treivst so hevði eg ikki verið verandi hesi 12 árini. Nú at eg eri giftur og havi keypt hús á staðnum, rokni eg við at verða her í øllum førum nøkur ár afturat. Tað hjálpir sera væl uppá trivnaðin at eg havi eitt arbeiði og eitt arbeiðs umhvørvið, ið mær dámar. Tað ger tað ikki verri at vinnfólkini ikki minka í talið, heldur hinvegin.
Hvat tekst tú við í frítíðini?
Tað nógva av frítíðini fer við at royna at halda húsini og økið rundanum við líka. Síðan eri eg eisini eitt sindur virkin innan fótbóltin her í økinum – nakað sum eg var ógvuliga virkin í heima.
Fylgir tú við, hvat gongur fyri seg í heima í Føroyum?
Eg royni eftir besta førimuni at fylgja við, men tað er ikki altíð at tað er møguleiki at gera tað. Tað er ein viðfáningur av arbeiðinum hjá mær, at eg má fylgja hvat gong fyri seg her eisini.
Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum modernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?
Eg má viðganga at tað er ikki ofta at eg ’slái’ meg leysan. Men nógv av tíðini verður brúkt saman vinfólkum ella við at slappa av heima við konuni. Um einki annað er á skránni, hyggi eg eftir fótbólti ella onkrum líknandi. Ein túrur suðureftir ella heim til Føroyar er heldur ikki at forsmáa.
Hvør er besta máltíðin, tú fært?
Tað er einki sum er betur enn at fáa eina góða føroyska máltíð, veri tað seg úr sjónum ella úr haganum.
Leingist tú heimaftur? um ja, hví? um nei, hví?
Tað kemur meira enn so fyri at mær leingist heimaftur til Føroyar. Tað ið dregur mest heima, er sjálvandi familja og tað, sum har til hoyrir. Í dagligdegnum leingist eg sum so ikki, av tí at eg havi nokk at gera í starvinum og í sjálvbodnum arbeiði.
Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?
Tað at hava møguleika at arbeiða vegna áhugamál hjá teimum, ið ikki hava møguleika at gera tað sjálvi. Nøgdsemi kann metast so ymiskt, men at hava møguleika at hava tað gott og at arbeiða fram ímóti einum góðum aðalmálið er gevandi.
Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?
Av tíð at eg ikki eri so ofta heima og at tað er næstan tvey ár síðan eg var heima, eri eg ikki vísur í um tað er nakað ávíst dømi. Men tað skal nokk vísa seg um onkur í familjuni lesur hetta, so kunna tey helst hugsa um okkurt. Kanska einasta dømi ið kemur til hugs, er í sambandi við hvussu ávíst orð verða úttala.
Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?
Eg haldi um alt gongur væl so arbeiði eg framvegis hjá sama arbeiðsgevara um 5 ár, arbeiði eg geri er nakað mær dámar og tað gevur møguleikar til ymiskt annað.
Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:
Sjálvandi má man taka av hesum møguleikanum at senda eina heilsan til alla familjuna, serliga í Fuglafirði og í Klaksvík. Av tí at hetta kemur í Norðlýsið so má eg eisini siga KOYR Á ÍF! J
Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?
Tátturin verður sendur víðari til Búa Petersen, PhD lesandi á Memorial University.




