Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útivika í Klaksvík

John William Joensen

Í Klaksvík, sum eisini verður nevndur – ein heilsubýur, eru hópin av møguleikum at røra seg.

Tú kanst røra teg við at nýta tær ymisku hallir og vallir, sum her eru. Ein túrur eftir vegum og gøtum ella niðan í fjøllini er eisini stimbrandi.

Útivikan er fyri øll!
Lagt verður upp til, at bilurin sum mest verður settur, og fólk fara út at ganga – til arbeiðis, til handils, til tiltøk – Út at røra seg.

Sum liður í útivikuni: 25. – 30. mei er eisini møguleiki hjá øllum at røra seg í Badmintonhøllini á ymiskan hátt alla vikuna frá kl 18.00 til 20.00 – ókeypis! 

Har vera bæði Mjølnir, Treysti, Klaksvíkar Fimleikarfelag, Team Klaksvík, Klaksvíkar Badmintonfelag, og onnur, sum skipa fyri – Eisini verður møguleiki at spæla borðtennis og KÍ skipar fyri ymiskum bóltspæli á vøllinum hósdagin. 

Tú kanst rógva í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag týskvøldið.

Sjálvandi er svimjihøllin opin við nógvum ymiskum møguleikum alla vikuna, og hósdagin verður skipað fyri einum serliga spennandi og annarleiðis degi.

Leygardagin er sum vant heilsurenning, ið Treysti skipar fyri.
Kl. 16.00 verður farið eina útferð til gongu yvir í Føgrulíð við staðkendum fólki, sum greiðir frá. 

Tekning á Kunningarstovuni.

Kom og ver við alla vikuna, ella vel tær ein góðan dag, sum hóskar tær væl.

Víst verður eisini til heilsufaldaran á www.klaksvik.fo