Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útivikan fær breiða undirtøku í Klaksvík

John William Joensen

Í morgun gingu allar flestu næmingar, lærarar og starvsfólk í fólkaskúlunum í Klaksvík – og longu bilkøirnar, sum annars eyðkenna býin á morgni vóru burtur.

Umframt at ítróttarfeløgini skipa fyri rørsluátøkum so eru tað nógv fólk sum hava valt at lata bilin standa.

Ein maður sum annars hvønn dag koyrir sonin í skúla og seg sjálvan til arbeiðis – segði at nú hann hevði gingið til arbeiðis í morgun hevði hann tikið tíð.

– Eg brúkti einans sjey minuttir at ganga til arbeiðis – og so haldi eg at eg ikki kann verða bilin fyriuttan??

Skúlatannlæknin – Bogi á Steig – sum vit hittu á veg til arbeiðis í morgun sigur at tá hann gekk í Skúla á Giljanesi plagdi hann at súkla í skúla.

– Men so brotnaðI súklan og so gekk eg hvønn dag leiðina úr Sandavági og til Skúlan. Hetta var bara dagligdagur og eg hugsaði als ikki um hetta.

Meðan vit stóðu niðan fyri gamlaskúla og tóku myndir av skúlabørnunum á veg í skúla bitu vit merki í hvussu væl fyri tey børnini sum súklaðu í skúla eru. Kjalkarnir reyðir – og prátaðu óført.

Hinvegin vóru onkur heldur svøvntung – treyðugt so – men flestu vóru glað – og væl uppløgd at møta degnum.