Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útjavning ella Røktarheim – bæði Sjálvandi

John William Joensen

Viðmerking til grein hjá Heðin Mortensen “Røktarheim ella útjavning – ikki bæði”

Loksins er ein arbeiðsbólkur settur at gera eina útjavningarskipan fyri kommunurnar í Føroyum. Sum skilst er hesin bólkur komin væl ávegis við einari kommunalari útjavningarskipan, sum á ein rættvísari hátt skal býta ríkidømi landsins.

Men sambært borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu skal hetta arbeiði nú steðgast, annars verður einki røktarheim bygt í Tórshavn. Pensjónisturin í høvuðsstaðnum er tikin gísil, fyri at steðga arbeiðnum hjá bólkinum, ið skal koma við tilmæli um eina nýggja kommunala skipan.

Flestu kommunur í landinum hava seinastu árini bygt búpláss til eldri uttan stórvegis hóvasták. Til dømis kann eg nevna mína egnu kommunu, sum í 2006 fíggjaði 22 milliónir kr. av nýggja røktarheiminum á Mørkini. Hetta var uml 50 % av samlaðu álíkningini hjá kommununi. Lutfalsliga hevði hetta svara til at Tórshavnar kommuna lat 300 mlliónir kr. til røktarheimsbygging.

Í hesum døgum hevur Rósa Samuelsen eisini boðað frá at stuðulin úr landskassanum verður hækkaður úr 500.000 kr uppí 700.000 fyri hvørt røktarheimspláss. Tórshavnar Kommuna fær sostatt betur fyritreytir at byggja røktarheim enn aðrar kommunur hava havt. At tey eldru við tørvi á røktarbúplássum framvegis liggja óhjálpin í Tórshavnar kommunu, kemst einans av skeivari politiskari raðfesting í kommununi.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu rópar neyðarróp, tí kommunan nú skal lata góðar 40 milliónir til kommunala útjavning. Hetta er ikki stórt meir enn árliga inntøkan hjá Tórshavnar havn. At brúka vánaligu støðuna á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu sum undaførslu at steðga einari útjavningarskipan er ikki serliga virðiligt. Vælsignaði Heðin læt nú henda bólkin fáa arbeiðsfrið og lat hann koma við sínum tilmælum.

Búskaparstøðan í landinum er sum heild ikki góð og serliga meint raktar eru kommunur, hvørs inntøkur í stóran mun stava frá fiskivinnuni. Tí kenst tað hjá flestu kommunum troyttandi, at hoyra hetti grenjið úr høvuðstaðnum, samstundis má tað eisini verða hugstoytt hjá teimum eldru í Tórshavn, at kenna seg sum gíslar í hesum máli.

Nú er ikki stundin at grenja, trupla støðan í landinum krevur meira enn nakrantíð samhaldsfesti og brøðralag.

So Heðin, ikki javning ella røktarheim, men javning og røktarheim.

Asbjørn Djurhuus