Í farnu viku var hátíðarhald hildið í samband við, at fleiri borgarar í Eysturkommunu hava lokið integratiónsskeiðið, sum kommunan bjóðar útlendingum búsitandi í kommununi. Hetta er aðru ferð at skeiðið verður hildið, og tilsamans hava 26 borgarar luttikið til bæði skeiðini.
Cresyl Sevdal, ið er ættað av Filipsoyggjunum og búsitandi í Leirvík, var ein av luttakarunum, og hon lat sera væl at.
”Eg havi verið her í næstan 3 ár, og eg fekk ótrúliga nógv burturúr hesum skeiðinum,” sigur Cresyl við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.
”Vit hava tørv á at skilja mentanina fyri betur at tillaga okkum,” sigur hon.
”Á skeiðinum lærdu vit eisini grundleggjandi um føroyska málið, og tað hjálpti okkum væl við at koma í gongd. Eg vóni, og fleiri við mær, at møguleiki verður fyri at læra enn meira um føroyska málið, ið er sera torført, og kanska eisini um føroyska søgu,” sigur Cresyl.
Nathan, ið er ættaður úr Onglandi, hevur búð í Føroyum í 2 ár og var eisini við á skeiðinum. ”Skeiðið var sera gott bæði frá einum søguligum og mentanarligum sjónarhorni. Eg lærdi eina rúgvu, sum eg ikki visti. Tað var eisini gott at læra eitt sindur um føroyska málið. Eg dugdi einki áðrenn, men nú skilji eg nøkur ting. Og av tí at vit hava avgjørt at búseta okkum her, má eg læra meg at tosa føroyskt. Familja og vinir eru hjálpsom í hesum, men eg hevði eisini hildið meg framat, um eg fekk møguleikan til eitt uppfylgjanarskeið viðvíkjandi at læra meg føroyskt,” sigur Nathan við heimasíðuna.
Luttakarar hesuferð vóru úr Brasilia, Filipsoyggjunum, Tailandi og Onglandi. Seinast vóru luttakararnir úr 8 ymsum londum.
Undirvísarar til skeiðið vóru Tórhild og Rúni Bjarkhamar. Skeiðsdagarnir, sum vóru 6 í tali, vóru ókeypis og ætlaðir borgarum, sum eru fluttir higar úr útlondum. Undirvísingin snýr seg um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur.




