Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Rættarnevndini, hevur fingið uppgávuna saman við Rættarnevndini at skrivað álit til løgtingið um hvat av mongu uppskotunum til nýggjan undirsjóvartunnil undir Skálafjørðinum er tað besta fyri samfelagið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Rættarnevndini, hevur fingið uppgávuna saman við Rættarnevndini at skrivað álit til løgtingið um hvat av mongu uppskotunum til nýggjan undirsjóvartunnil undir Skálafjørðinum er tað besta fyri samfelagið.
Hon vil einki siga um nær Rættarnevndin er liðug við álitið. Sjálv hevur hon tað støðu at uppskotið um eina privata loysn har útlendskir íleggjarar fíggja íløguna er tað sum tiltalar hana mest.
–Tað er eingin orsøk at vit fara at spenna landskassan fyri eina milliarda íløgu í eina farleið inn á Skálafjørðin har tað frammanundan er ein góð farleið. Um Skálafjarðatunnilin skal byggjast er rættast lata privatar íleggjar taka sær av íløguni sum tað alla tíðina hevur ligið í kortunum. Løgmaður hevur gjørt púra greitt at tað almenna skal ikki veðhalda fyri Skálafjarðatunnilin og at íløgan sum privata felagið ætlar at gera skal verða uttan kostnað fyri landskassan og her eri eg púra samd.
–Nevndin hevur fingið at vita úr Innlendismálaráðnum at privata felagið rindar eisini fyri íbindingarvegirnar sum gerast skulu millum tunnilin og verandi vegakerv.
–At útlendskur kapitalur á henda hátt kemur inn í føroyska samfelagið og setir eitt so umfatandi arbeiði í gongd hevur sera stóran týdning fyri samfelagið. Her hugsið eg ikki einans um sjálva byggingina men eisini um avleitt arbeiði í samband við at tunnilin verður bygdur.
–At Eysturoyartunnilin verður gjørdur av privatum, gevur landskassanum betri møguleika at koncentrera seg um ein almennan Sandoyartunnil. Hendan íløgan er sera týdningarmikil, tí kemur Sandoyartunnilin ikki innan eitt stutt áramál – so er stórur vandi fyri at fólkatalið í Sandoynni minkar munandi.




