Føroyar munnu vera tað einasta landið í heiminum, sum letur um seg ganga, at konslar úr øðrum londum, av sínum eintingum leggja politiskt trýst á landsins stjórnarleiðara, løgmann, og parlamentið, løgtingið.
Áðrenn løgmaður gjørdi viðmerkingar til miðlarnar ella onnur um tey úttalilsir sum íslendski konsulin, Poul Mohr, og finski konsulin, Poul Michelsen, komu við, átti hann at sett seg í samband við finsku stjórnina og somuleiðis íslendsku stjórnina. Tí eftirsum at vit eru von við, at konslar og diplomatar av ymsum slag, við størsta varsemi og stórum neyvleika, úttala seg vegna landið teir umboða, so má kannast, um tað er teirra lands nýggi uttanríkispolitikkur, sum her verður borin fram.
Føroyar hava í hesum valskeiðinum undirskriva sáttmála, og samtykt lóg um uttanríkis viðurskifti og hesi eru síðani fráboðað ST.
Løgmaður er settur at syrgja fyri, at uttanríkispolitikkur Føroyar verður førdur sambært teimum avtalum, sum eru gjørdar við onnur lond, og sum eru samtyktar í løgtinginum.
Skuldi tað hent, sum er óhugsandi í øðrum londum á uttanríkispolitiska økinum, at konslarnir hjá ávikavist Íslandi og Finnlandi í Føroyum hava handlað í ósamsvari við teirra lands almenna uttanríkispolitikk, so er hetta ein sera álvarslig søk fyri teir. (Annar teirra mælti enntá til nýval).
Løgmaður eigur at gera greitt, at tað er hann sum er settur at føra uttanríkispolitikk fyri Føroyar, sambært gjørdum avtalum og tingsins vilja, og at tað er tað hann ætlar at gera.
Alt annað vil av útheiminum verða tulkað sum tendensir, sum man bara sær í bananstatunum.
Avtalur eru nú einaferð gjørdar fyri at halda og ikki at bróta.
Edmund Joensen




