Tað er rætt, sum Norðlýsið skrivar á heimasíðuni, at eg havi sent fleiri útlendskum miðlum tippið um gøluna í fótbóltssambandinum, skrivar Høgni Mohr
Høgni Mohr skrivar:
Tað er rætt, sum Norðlýsið skrivar á heimasíðuni, at eg havi sent fleiri útlendskum miðlum tippið um gøluna í fótbóltssambandinum.
Tað gjørdi eg frá teldupostadressuni hjá konu míni, tí tað er ein adressa, sum vit bæði í løtuni brúka í felag.
Orsøkin til, at eg sendi tippið, var, at eg sum tíðindamaður haldi málið vera somikið álvarsamt, at miðlar við størri orku og trúvirðið enn teir flestu føroysku skuldu varpa ljós á málið. Soleiðis hevði okkara væl grundaða avdúking staðið sterkari.
Í tippinum staðfesti eg, at málið um aðalskrivaran er ein stór gøla. Eg staðfesti harumframt í høvuðsheitum, hvat stendur í niðurstøðuni hjá UEFA, og at málið hevði verið dult fyri forsetanum. Eisini beini eg útlendsku miðlunum á leið, so teirra egnu redaktiónir sjálvar kunnu kanna málið útfrá skrivligum UEFA-keldum. Tað hava summar útlendskar redaktiónir valt at gera.
Tað er ikki skeivt at tippa miðlar; hvørki sum tíðindamaður ella privatpersónur. Eg havi so bara tippað útlendskar miðlar, sum eg ikki haldi vera í kapping við Kringvarpið, har eg arbeiði. Og teirra frælsu redaktiónir hava sjálvar kannað málið og gjørt av, at málið er nóg viðkomandi at viðgera




