sigur Jørgen Niclasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum
– Nú Atlantic Navigator fer úr føroyska flotanum er tað eisini vegna politsku útmeldingarnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum , sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
– Tað er undir allan kritikk, at landsstýrismaðurin hevur melda út, at fiskilovyi skullu inndragast og luttøkan hjá útlendingum í føroyskari fiskivinnu skulu skerjast uttan, at hava tosað við sítt politiska bakland og vinnuna.
– Tað mátti verið eitt minstakrav at landsstýrismaðurin tosaði við sínar politisku samstarvsfelagar.
– Tað sum landsstýrismaðurin hevur melda út við kemur fullkomuliga at rykkja teppið undan vinnuni, og tí er vinnan í løtuni farin í “coma”!
– Eftir útsagnirnar hevur eingin í vinnuni anilsi fyri hvat framtíðin fer at bjóða og tað er klárt, at eingin kann liva við hesum.
– Eg kann bara boða frá at Fólkaflokkurin als ikki tekur undir við nøkrum av tí, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar, men vit eru altíð at tosað við um landstýrismaðurin er villigur at fara inn í ein dialog við vinnuna og sítt politiska bakland.
– Skulu vit hava eina menning í fiskivinnuni so mugu karmarnir verða tryggir annars verður eingin framburður




