Tey sum vilja uppliva føroyska, íslendska og grønlendska mentan, hava møguleika til tað á einum mentanarkvøldi sum verður á Skúlatrøð sunnukvøldið.
Tey sum vilja uppliva føroyska, íslendska og grønlendska mentan, hava møguleika til tað á einum mentanarkvøldi sum verður á Skúlatrøð sunnukvøldið.
Sunnukvøldið klokkan 20:00 til 21:30 skipar Útnorðurráðið fyri mentanarkvøldi á Skúlatrøð í Klaksvík. Útnorðurráðið er samstarv millum tinglimir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. 6 tinglimir úr hvørjum landi eru í ráðnum.
Seinastu tíðina er Útnorðurráðið fari at skipa fyri mentanarkvøldum í landinum, har ársfundur ella evnisráðstevna verður hildin. Hetta hevur eydnast sera væl.
Í ár er evnisráðstevna í Føroyum, og tað er í tí sambandinum, at Útnorðurráðið bjóðar til eina hugnaliga samveru á Skúlatrøð sunnukvøldið.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin og síðani fer Kári P. Højgaard, fyrsti varaforseti í ráðnum, at greiða stutt frá samstarvinum í Útnorðurráðnum.
Møguleiki verður at royna grønlendskan mat frá Royal Greenland, íslendskan thorramat frá Brim hf og royktan føroyskan laks frá Bakkafrosti.
“Nógvur tónleikur verður at hoyra, og roknast kann við, at tinglimirnir sjálvir eisini fara at framføra,” stendur í tíðindaskrivi frá Útnorðurráðnum.
Møguleiki verður eisini fyri at síggja filmar um Ísland og Grønland á stórskíggja.
Føroysku limirnir í Útnorðurráðnum eru: Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magni Laksáfoss og Bill Justinussen.




