Utopia er eitt av nýggju matstøðunum í Klaksvík. Tað tykist sum grill, pizza og líknandi hevur stóra undirtøku millum fólk í býnum, og alt hetta bjóðar Utopia.
Tað eru nakrar vikur siðani, at Utopia lat upp við grillmati, og síðani hava tey víðka matstaðið til eisini at umfata pizza, búffar, kjøtrættir og ymisk sløg av kaffi.
Utopia heldur í hjartanum í Klaksvík – við Atlantis og fótbóltsvøllinum sum nærmastu grannar, og tað eru Gunvør Høgnesen og Don Domato, sum reka Utopia.




