Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útoyggjarnar branda Føroyar

Danial Viðoy

Fleiri enn 10.000 fólk væntast at vitja mat- og mentunartiltakið Nordlige Norden, sum byrjaði í gjár, mitt í meldrinum í Keypmannahavn.

Fleiri enn 10.000 fólk væntast at vitja mat- og mentunartiltakið Nordlige Norden, sum byrjaði í gjár, mitt í meldrinum í Keypmannahavn.

Tiltakið er fyriskipa av Norðurlandaráðnum, og skal m.a. seta fokus á útjaðaran í norðurlondum. Føroyar eru umboðaðar av Útoyggjafelagnum, harumframt luttaka Sámar, feløg og virkir úr Álandi, Grønlandi, Íslandi, Svøríki og Finnlandi.

Staðið er Nikolaj Plads, og tiltakið er opið í dag og í morgin afturat.

Útoyggjafelagið vísir tað sum verður etið til gerandis á útoyggj. 7 døgurða rættir eru umboðaðir umframt úrvalt viðskera. Greitt verður frá rættunum, og fólk fáa ein faldara við sær, sum lýsir eitt brot úr føroyskari mat mentan.

Fólk fáa høvi at smakka skerpikjøt, turkaða grind og spik, men tey fáa eisini høvi at smakka rabarbusaft, mjaðarurta-sirop á smáum pannukøkum, te úr føroyskum urtum, sum er partur av tiltakinum ”matur sum ferðaminni” hjá Útoyggjafelagnum.

Fólk, bæði norðurlendingar men ikki minst útlendingar, japanar og amerikanarar tykjast hava serligt fokus á tað ræsta, serliga ræsta fiskin og ræsta kjøtið. Fiskurin er borðreiddur við spik og garnatálg, og tann lukturin fær viðmerkingar sum ”áhugavert” og ”spennandi”, og nógv vilja royna smakkin.

Útoyggjafelagið metir hetta at vera eitt gott høvi, at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, ikki minst útoyggjarnar, sum týdningarmiklan berara av føroyskari matmentan.