Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útoyggjastevna í Mikladali og á Trøllanesi

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Fríggjadagin og leygarmorgunin sigldi SAM fleiri túrar væl fyltur av bilum og fólki á veg á útoyggjastevnu á Kalsoynni.

Sambært www.utoyggj.fo sær skráin soleiðis út. Heimasíðan tekur fyrivarn fyri, at tað kunnu koma smávegis broytingar í klokkutíðirnar, og onkur tiltøk kunnu koma afturat á skránna.

Leygardag 20. juni:

Í Mikladali

09.00 – 10.00
Morgunmatur í Avhaldshúsinum

11.00
Útoyggjafelagið hevur aðalfund

12.00 – 13.30
Suppa í Avhaldshúsinum

13.30 –
Framsýning í skúlanum í Mikladali

13.30 –
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, setur stevnuna
– aftaná verður tog-togan o.a.

15.30
Farið verður norður á Trøllanes

Tiltøk á Trøllanesi:

16.00
17 Sangarar syngja.

16.30
Øssur Winthereig heldur røðu

17.00
Økisminking í 10 ár” kjakfundur um gongdina á útoyggj. Á fundinum luttaka Johan Dahl og Bjørt Samuelsen, sum politisk umboð, umframt samfelagsfrøðingur, ungdómur, umboð fyri ferðavinnuna og ein búsitandi á útoyggj. 

18.00
Framsýning av gomlum myndum aftur til 1930. Um fólk og mentan á Trøllanesi 19.30    Kvøldseta við røðu og felagssangi

21.00 – 22.00
Fráferð

Kl. 22.00
Skipar bygdarfelagið Sigurðsglæman á Húsum fyri dansi á bryggjuni á Syðradali.