Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útoyggjastevnan verður í Hesti

Tíðindaskriv

Leygardagin 28. mai verður 15. Útoyggjastevnan hildin í Hesti.

Málið við Útoyggjastevnunum er at varpa ljós á útoyggjarnar, og geva høvi til, at útoyggjafólk og avbygdarfólk kunnu hittast til gaman og álvara.

Stevnan í ár, liggur sama dag sum Tórshavnar kommuna hevur Oyggjadag. Hetta inniber, at skipaðir túrar eru úr Tórshavn til Koltur, Hestur og Nólsoy. Kunning um hetta er á www.torshavn.fo

Útoyggjastevnan kemur at gerast ein natúrligur partur av oyggjadegnum í Hesti, men hevur tó sína egnu skrá. Dentur verður, sum altíð, lagdur á at lýsa bygdina og tess mentan. Tey sum vitja í Hesti leygardagin, fáa sostatt høvi at hoyra frásagnir um bygdina, kirkjuna, náttúruna o.a. Høvi er at keypa sær mat o.a. frá bygdafólki, taka lut í togtogan og kvøldarhugni við felagssangi.

Útoyggjafelagið fer at kunnað um tiltøk og verkætlanir í Fiskahúsinum. Av tí at evnið fyri hesa stevnuna er ”vinna og íverksetan”, verður ein framsýning og kunning um ávegis vinnutiltøk á útoyggj, og eitt av hesum er m.a. eitt spennandi tiltak í Hesti.

Útoyggjafelagið hevur sín árliga aðalfund kl.11, og kl. 13.30 kemur Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum at seta stevnuna.

Øll eru vælkomin á útoyggjastevnu 2016. Teistin siglir fleiri túrar, ið allir eru lýstir á heimasíðuni hjá SSL og á www.utoyggj.fo

Skráin leygardagin

09.00 – 10.00 Morgunmatur í Bygdastovuni

11.00 – 12.30 Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum

10.00 – 20.00 Fiskahúsið letur upp

10.30 – Matsølurnar lata upp

12.00- 19.00 Gamlar myndir úr Hesti vera sýndar framm á skúlaloftinum

13.30 – 14.00 Siri Stenberg setur útoyggjastevnuna

14.00 – 16.45 Túrur út á Skarð og inn á vøtnini, við staðkønum

14.00 – 16.45 Túrur inn á Sund, við staðkønum

14.00 – 16.45 Túrur runt í bygdini sum endar í kirkjuni, við staðkønum

14.30 – 16.30 Vinna og íverksetan – framsýning í fiskahúsinum

17.00 – 18.00 Útoyggja-togtogan, menn og kvinnur

18.00 – 19.00 Túrur runt í bygdini -við frásøgufólki

19.00 – 20.00 Sangløta heima í Túni

20.00 – 21.00 Upp á gólv í bygdastovuni

21.00 – Kvøldhugni