Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útreiðslurnar øktar næstan 200 mió. seinastu fimm árini

John William Joensen

Síðan 2007 eru inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu øktar góðar 35 mió. meðan rakstrarútreiðslurnar eru øktar góðar 200 mió. kr.. Útreiðslurnar til fyrisiting eru sama tíðarskeið øktar góðar 22 mió. Kr.

Síðan 2007 eru inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu øktar góðar 35 mió. meðan rakstrarútreiðslurnar eru øktar góðar 200 mió. kr.. Útreiðslurnar til fyrisiting eru sama tíðarskeið øktar góðar 22 mió. Kr.

Norðlýsið bað fyri kortum umsitingina hjá Tórshavnar Kommunum um innlit í fíggjarstøðuna frá 2008 fram til og við august 2013 men deildarleiðarin á fíggjardeildini noktaði fyri hesum, vísandi til at Norðlýsið sjálvt kundi finna hesar upplýsingar við at lesa kommunalu roknskapirnar. Hon gjørdi greitt at tað var ikki uppgávan hjá eini almennari fyrisiting at framleiða skjøl til pressuna, men einans at útlevera skjøl sum pressan sambært lóg kundi biðja um innlit í.

Norðlýsið fekk fyri kortum eitt yvirlit frá Klaksvíkar Kommunu sum vísti fíggjarstøðuna fram til og við August 2013 og aftur til 2007 – so tað er munur á tænastu.

Vit hava so í nakrar dagar sitið og blaða í roknskapum og fíggjarætlanum hjá Tórshavnar Kommunu og tá eingin av okkum er grannskoðari má lesarin halda okkum til góðar um vit kanska hava gjørt onkran roknifeil – men her eru so nøkur av lyklatølunum.

(Túsund)               2007 R          2013 F

Inntøkur               601.290       636.311       + 35.021

Rakstur                 440.810       628.970     + 188.160

Fyrisitingar útreiðslur 47.918     69.938     + 22.020


Roknskap           2007                2012

Lán                   9.014              134.354

Skuld              89.907             202.064

 

Avlop:           2007 R             2013 F

                     108.600           16.732