Flestu útróðrarbátarnir hava verið til útróðrar í nátt.
Flestu útróðrarbátarnir hava verið til útróðrar í nátt.
Teir flestu avreiða fyrrapartin, men Bragd kemur ikki aftur fyrr enn kl. 14.00. Bragd er eisini tann báturin, sum hevur bjóðað mest út á fiskamarknaðinum. Hann metti veiðuna til 10.000 pund, men hetta skal takast við fyrivarni, tí hann var ikki liðugur at draga, tá fiskurin bleiv útboðin. Annars lógu bæði Líðhamar og Norðsøki yvir 9000 pundum. Kallanes er einasti báturin, sum hevur roynt vestanfyri og hann hevur 8000 pund.
Bátarnir høvdu so nógv sambært FMF:
Bragd 10.000 pund
Norðsøki 9000 pund
Bjørgvin 4000 pund
Líðhamar 9500 pund
Brandur 3500 pund
Kallanes 8000 pund




