Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarbáturin Bragd góðan fiskiskap

Oliver Joensen

 Hetta hevur verið ein góð vika hjá okkum, sigur skiparin á útróðrarbátinum Bragd, Oddmar Niclasen. Ídag hava vit umleið 7.600 pund og í gjár 7.500, tilsamans hava vit fiska umleið 34.000 pund hesa vikuna, og tað er ein góð vika, nú tað hevur verið sera strævi hjá útróðrarbátunum seinastu vikurnar. Hóast hetta ikki er rokfiskiskapur, so má hetta sigast at vera gott í okkara verð. Sigur Oddmar Niclasen at enda.

Norðsøki kom aftur við 4.500 pundum ídag og Líðhamar hevði nakað tað sama, Brandur 4000 pund og Kallanes 2.500 pund.