Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarmenn dríva á

John William Joensen

Gjárkvøldi landaði Kallanes 8.000 pund, Bragd, Brandur og Líðhamar góð 5000 pund í part. Flestu bátarnir fóru avstað aftur gjárkvøldi, men hóast tað hevur verið ein góð vika hjá línubátunum fáa snellubátarnir ikki fisk.

Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus, sigur at nakrir snellubátar royndu í vikuskiftinum, men tann frægasti fekk 5.000 pund í tríggjar dagar. Hinir lógu um 1.200 pund. 

– Tað er einki óvanligt at snellubátarnir ikki drepa livandi hóast línubátarnir hava góðan fiskiskap og øvugt. Minnist tað tíðina tá man skuldi hava fingið fisk fyri at fáa minstaforvinning. Tá kundu vit liggja og rokast meðan línubátar løgdu at borði fyri at lána nakrar fiskar, so teir kundu fáa minstaforvinning – so ójavnt kann tað verða.