Næstsíðsta vika royndist av teimum heilt frægu hjá útróðrarbátinum Bragd. Teir vóru tríggjar túrar og fingu teir tilsamans knappliga 30.000 pund.
Tað tykist sum toskurin rættiliga hevur tikið seg upp nú veturin er komin. Í heyst hevur tó gingið eitt sindur misjavnt við fiskiskapinum hjá bátunum, og hevur veðrið hartil verið buldraligt.
Nú tíðin er komin tá toskafiskurin plagar at taka línuna, hava fleiri bátar fingið hampiliga væl av toski.
Í síðstu viku var útróðrarbáturin, Bragd úr Klaksvík, tríggjar túrar. Fiskiskapurin var góður hesar túrarnar. Tveir túrar gjørdu teir í Vágahavið og ein túr norður úr Viðoynni. Teir settu 60 stampar hvønn túrin og lá veiðunøgdin millum 8.500 og 11.700 pund. Harav var tað mesta toskur.
Hartil kemur, at toskaprísurin hevur verið góður seinastu tíðina.
Alexandur Joensen, heimamaður hjá Bragd, sigur, at seinasta vika royndist millum tær bestu hjá bátinum. Hann heldur, at teir bert tað einu vikuna hava selt fyri meiri pening enn í síðstu viku. Tá havt verður í huga, at teir einans gjørdu tríggjar túrar, má hetta sigast at verða ein rok vika hjá teimum. Um støddina á fiskinum, sigur Alexandur, at hann hevur verið smáfallandi.
Mikudagin í hesi vikuni var Bragd aftur í útróðrum. Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættu vit frá Bragd, teir høvdu fingið 8.000 pund. Veiðan varð løgd upp vestri í Vágunum og koyrdi heimamaðurin vestur við nýegndi línuni. Eisini frættu vit frá Líðhamar og Reynsmúla, at teir høvdu gjørt ein góðan dag í vágahavinum við umleið 10.000 pundum.




