Tað var við spenningi, at ein fór at lurta eftir fyrilestrinum, sum Bjarni Arnason, stjóri á granskoðarafyritøkuni NUMO helt í Eik í gjárkvøldi.
Sera ovfarin gjørdist ein av at hoyra, at búskapurin hjá útróðrarbátunum í Klaksvík var burðardyggur, hóast fiskiskapurin seinastu mongu árini má sigast at hava verið út av lagið vánaligur. Bjarni Arnason vísti á, at hóast niðurgongdina í fiskiskapinum, so hava útróðrarbátarnir megna at varveitt sin prosentpart av heildarveiðuni av toski og hýsu. Í fyrilestrinum kom fram, at útróðurin gevur arbeiði til nógvar hendur í veitaravinnuni.
Bjarni Arnason hevði eisini sera áhugverdar hugleiðingar um, hvussu vit kunnu skipa fiskiskapin í framtíðini, eitt upplagt evni hjá politikarum at taka upp, nú tosað verður so nógv um fiskivinnupolitikkin.
Hetta var fyrsti fyrilesturin, sum Føroya Sjómannadagur skipar fyri í ár, og Karl Birgir Isaksen frá Føroya Sjómannadegi nýtti høvi at greiða frá skránni og tilgongdini til tiltakið í ár.




