Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðurin ólivilig kor í Hvannasundi og í Norðdepli

John William Joensen

Útróðrarmenn norðanfyri illneitast at nýggju reglunum fyri avreiðingum og halda at hetta kann koma at taka grundarlagið undan bygdunum norðanfyri.

Norðuri í Hvannasundi er støðan sera vánalig hjá útróðrarmonnunum, tá avreiðast skal. Reglurnar eru so strangar og harafturat er tað so kostnaðarmikið at fáa fiskin á góðkent landingarstað, at útróðrarmenn spáa at neyvan fara nýggj ættarlið at lata bátarnar hava heimstað í Sundinum og tá er skjótt til at øll flyta til Klaksvíkar.
Vinnulívsfólk siga, at eftir teirra metan, so hava føroyingar helst ov vánarligar lobbyistar tá talan er um fiskivinnuavtalur við ES, tí hesar avtalur saman við reglugerðunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru við at máa støðið undan smáu útróðrarplássunum.
Støðan hjá útjaðaranum er sera hættislig. Vit hava fingið eina Útoyggjanevnd har púrt onki er komið burturúr uttan tað, at nakrar lønir eru komnar afturat á meginlandinum og við fiskiveiðureglunum og reglugerðunum fyri landingarstøð eru sitandi politikarar nú í ferð við at máa støðið undan smærru útróðrarplássunum, segði ein av útróðrarmonnunum, Norðlýsið var í samband við.
Vit royndu okkum eisini hjá Norðfrá, flakavirkinum í Norðdepli. Jógvan Høj sigur at hann skilir væl at útróðrarmenn eru ónøgdir og tað at tað í praksis nærum ikki ber til hjá útróðrarbátunum, sum eru úti meira enn 24 tímar, at leggja fiskin upp norðuri í Hvannasundi kemur sjálvsagt illa við hjá teimum.
Tað sum undrar okkum mest er, at tá menn úr sentralumsitingini í Havn fara til samráðingar, so verða vit als ikki spurdir. Pápi mín, John Høj hevur veri og er enn í vinnuni, hann hevur starvast í somu vinnu í 60 ár, hevur sítt egna virki í Árnafirði og verður ikki spurdur áðrenn farið verður til samráðingar og tað sama er galdandi fyri okkum, sum hava virki her í Hvannasundi, vit verða ikki virdir ein fyrispurning.
Tað sær út til at okkara menn ræðast so illa ES, at alt sum passar í teirra leist skal trýstast niðuryvir høvdið á okkum.
Onkrir bátar av tí smærra slagnum eru eisini norðanfyri byrgingina. Teir hava als ongan møguleika at avreiða orsakað av at teir skulu um góðkent landingarstað.
Línubátarnir norðanfyri hava tí nærum bert ein møguleika, og tað er at fáa sær egningarmaskinu, soleiðis at hóast bátarnir hoyra til norðuri í Hvannasundi, so kunnu teir fara aðrastaðni at avreiða.
Men, sigur ein teirra, hetta gera vit, tí vit frammanundan búgva her norðuri. Tú kanst sjálvur ætla hvørjar trupulleikar vit hava at reka og ansa bátinum, tá hann skal liggja í Klaksvík og koyrast skal ímillum Hvannasund og Klaksvík fleiri ferðir um dagin, serstakliga illveðursdagar, hava vit ampa av at vit ikki hava eftirlit við um báturin nú liggur væl og so framá.
Um ikki eitt nøktandi avreiðingarpláss kann verða norðuri í Hvannasundi, so er onki at ivast í, at allur framtíðarútiróður verður úr Klaksvík og tá er skjótt til at tað gongst Hvannasundi og Norðdepli eins og Múla, at ongin búleikast her meira.