Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útsagnir frá kendum Hells Angels advokati drúgva viðger

John William Joensen

Í allan dag hava løgtingslimir viðgjørt lógaruppskot sum skal geva politinum øktar møguleikar at avlurtað elektroniskt um grundaður mistanki er um lógarbrot sum kunnu viðføra eina fongsulsrevsing sum er meira enn 6 ár. Men eftir at samrøða var í Kringvarpinum við kenda danska advokatin Bjørn Elmquist, sum m.a er advokatur hjá Hells Angels, tykjast fleiri samgongulimir ivasamir um tað er rætt at geva Politinum øktar heimildir.

Í allan dag hava løgtingslimir viðgjørt lógaruppskot sum skal geva politinum øktar møguleikar at avlurtað elektroniskt um grundaður mistanki er um lógarbrot sum kunnu viðføra eina fongsulsrevsing, sum er meira enn 6 ár. Men eftir at samrøða var í Kringvarpinum við kenda danska advokatin Bjørn Elmquist, sum m.a er advokatur hjá Hells Angels, tykjast fleiri samgongulimir ivasamir um tað er rætt at geva Politinum øktar heimildir.

Sambært uppskotinum sum er til viðgerar skal politiið fyrst hava grundaðan illgruna um brot sum kunnu geva seks ára fongsulsreving.

Politiið kann so senda eina umsókn sum fyrst skal viðgerast av almenna ákæranum og síðani fyrileggjast einum dómara til støðutakan. Síðani skal telefonverki geva loyvi og tað loyvi fæst bert við eini dómaraváttan.

Men eingin ivi er um at útsagnirnar hjá kenda danska advokatinum ávirka tingviðgerina, tí hann hevur verið fleiriferðir nevndur.

Les meira her