Kappingarnevndin hevur leikbannað ÍF leikara tvey leikumfør fyri alment, at verða komin við persónligum álopum á dómara
Tíðindaskriv frá FSF
Kappingarnevndin hevur havt málið um útsøgnina hjá Bartali Eliasen við Kringvarpið eftir dystin í Formuladeildini millum NSÍ og ÍF tann 30/4-2008 til viðgerðar.
Í Rundskrivi frá Kappingarnevndini KN 21 31.07, Vegleiðing til leikbann og kort, sum kom í gildi 11.05.2007 stendur m.a.:
8. Óhøviskur atburður/málburður í sambandi við dyst og venjing:
– Leikarar, venjarar, leiðarar ella onnur, sum í sambandi við dyst ella venjing, vísa óhøviskan atburð mótvegis leikarum, leiðarum, venjarum, dómarum, áskoðarum ella øðrum, skulu vanliga hava leikbann 1-3 dystir, um tað ikki er grundarlag fyri enn longri banni.
– Felag kann eisini fáa revsing um áskoðarar tess vísa óhøviskan atburð. Um leiðari ger seg skyldugan í óhøviskum atburði, kann felagið verða sekta við bót.
Kappingarnevndin metir útsøgnina hjá leikaranum at verða eitt sera óhøviskt og persónligt álop á dómaran, og hevur tí leikbannað Bartal Eliasen tey næstu tvey umførini.
Gjørt verður vart við, at avgerðin er endalig og ikki kann kærast til Aganevndina.
Kappingarnevndin tann 07.05.2008
Sveinur Tróndarson, form.




