Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útsetta Sólarmyrkingar-kvøldsetan verður í kvøld kl 18 á Kambsdali

John William Joensen

Mánakvøldið 16. mars verður útsetta kvøldsetan á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali. Vegna vánaligt veður varð kvøldsetan á Grækarismessu av ongum, men nú boðað verður frá frægari várveðri, verður roynt aftur – tó ein tíma fyrr enn áður: tiltakið byrjar kl. 18.

Mánakvøldið 16. mars verður útsetta kvøldsetan á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali. Vegna vánaligt veður varð kvøldsetan á Grækarismessu av ongum, men nú boðað verður frá frægari várveðri, verður roynt aftur – tó ein tíma fyrr enn áður: tiltakið byrjar kl. 18.

Høvuðsevnið á kvøldsetuni í vár verður sólarmyrkingin, og hon fer eisini at seta dám á alla skúlagongdina hjá næmingunum á Kambsdali hesa vikuna. Ein av mongu ferðafólkunum, sum leggja leiðina til Føroya í hesum døgum er Paul Castelnau, sum longu hevur sæð 10 sólarmyrkingar. Hann er gudfrøðingur og sólarmyrkingarjagstrari og fer at greiða frá sínum upplivingum í samband við aðrar sólarmyrkingar. Hann svarar eisini fegin spurningum. Eftir ætlan skuldi navnframa avstralska Kate Russo koma at greiða frá sínum upplivingum í sambandi við sólarmyrkingar kring heimin. Tað ber henni ikki til at koma mánakvøldið, men í staðin eru vit fegin um vitjanina úr Fraklandi!

Næmingar, sum hava arbeitt við sólarmyrkingini í alisfrøði, fara at vísa teimum vitjandi ymiskt, sum tey hava arbeitt við í tímunum seinastu vikurnar, og tey fara eisini at greiða frá, hvat ið ein sólarmyrking í veruleikanum er.

Ein skiftisnæmingur úr Lettlandi fer at hugleiða um Lettland og um tíðina í Føroyum. Eisini verður skipað fyri listaframsýning, har ið næmingar sýna fram málningar og tekningar; og høvi verður sum vanligt eisini at hoyra nógvar góðar og fjølbroyttar tónleikaframførslur.

Ein studentaflokkur, sum savnar pening saman til námsferð, skipar fyri kafé. Havið tí reiðan pening við!

Skúlin er spentur at lata dyrnar upp mánakvøldið kl. 18, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin – ikki minst foreldur, systkin og vinfólk hjá næmingum, sum ganga á skúlanum í løtuni. Eisini er hetta eitt frálíkt høvi hjá gomlum næmingum at vitja aftur á dalinum – og hjá framtíðar næmingum at fáa innlit í skúlans virksemi.