Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útskiftingarnar eru í verjuni

Jákup Ósá

3 av 4 verjuspælarum venja til dagligt við B36.

Bárður Hansen, Atli Gregersen og Jóhan T. Davidsen spæla ikki í kvøld av ymiskum orsøkum. Og fyri teir koma Jónas Tór Næs, Oddmar Færø og Gilli Sørensen. Sonni Ragnar Nattestad byrjar inni hóast hann ikki hevur spælt dyst síðani sigurin á Grikkalandi. Tað merkir, at 3 av teimum 4 í bakk ketuni til dagligt venja við B36 (Jónas, Oddmar og Sonni). Tað burdi verið ein styrkur, tí tá kenna leikararnir betri hvønn annan. Og júst B36 verjan hevur bara latið 1 mál inn seinastu 6 dystirnar. 
Á miðvøllinum og í álopinum vera ongar broytingar í mun til sigurin móti Grikkalandi. 
Føroyska liðið verður tískil hetta: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Oddmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson