Hóast tveir mans vóru skiftir út, so vann Klaksvíkingur aftur tryggan sigur hjá 10-mannaførunum.
Tað byrjaði annars ikki sum tað plagar, tí bæði Suðuroyingur og Havnarbáturin fylgdu væl við fyrstu metrarnar, og onkra løtuna lá Klaksvíkingur aftast. Tá bátarnir so nærkaðust 1000 metra málinum bleiv tað ein kapping millum Suðuroyingin og Klaksvíkingin. Og tá tey flestu nokk væntaðu, at hetta var tekin um, at útskiftingin umborð á Klaksvíkingi fór at ávirka úrslitið, so var Klaksvíkingur tann stinnari á seinna partinum av 2000 metra málinum. Áðrenn endaspurtin hevði klaksvíkingur útbygd sær eina hampuliga trygga leiðslu og hendan støðan helt sær allan vegin. Á málinum var hálv bátslongd á muni. Ein tryggur sigur til Klaksvíking, sum nú áðrenn tvær tær seinastu stevnurnar stendur við bestu kortunum at vinna sítt 3. FM heitið á rað.
Úrslitið á Varmakeldu í dag:
1. Klaksvíkingur 09:17.09
2. Suðuroyingur 09:18.17
3. Havnarbáturin 09:24.06
Samlaða støðan í FM kappingini:
1. Klaksvíkingur 34 stig
2. Suðuroyingur 31 stig
3. Havnarbáturin 25 stig




