sigur Jørgin Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum ikki er í iva um, at teir tríggir samgonguleiðararnir gjørdu eina politiska neyðsemju.
Løgmaður sigur mánadagin við Norðlýsið at tað ikki fyri liggur nøkur politisk semja í málinum um Føroyr sum eitt valdømi.
Tað sum løgmaður og hinir formennirnir í samgonguflokkunum tosaðu um – var at dyrka ein møguleika, sum møguliga semja var um, men hetta er Jørgin ósamdur í.
– Eg má siga at tað sum løgmaður nú sigur stríður ímóti tí sum vit tríggir samdust um.
– Vit vistu sjálvsagt tað at vit ikki fingu allar í samgonguni at taka undir við semjuni – men hetta var ein neyðsemja sum vit gjørd í samgonguni fyri at sleppa víðari.
– Málið var jú fullkomuliga rent fast og tí var neyðugt hjá okkum at gera hesa semjuna.
– Løgmaður kann kallað barnið tað hann vil – men eingi ivi er um at vit hava gjørt eina avtalu millum flokksleiðslurnar. Tann avtalan stendur við so leingi sum einki annað er avtalað.




