Mikudagin 14. desember byrjar útsøla av bókum og plakatum á Listasavni Føroya.
Útsølan endar mikudagin 17. januar 2017.
Høvi er eisini at síggja savnið – ókeypis atgongd.
Vit hava opið millum kl 13 og 16.
Stongt er 24., 25. og 26 desember umframt 31. desember og 1. januar.
Bøkur og plakatir verða seldar fyri hálvan prís. Millum annað verður Sekel, stóra skreytbókin um føroyska list, seld fyri einans 200 kr, og væl umtókta bókin um Ingálv av Reyni fæst fyri 150 kr. Savnið hevur eitt stórt úrval av listaplakatum, sum fjølga og prýða um heimið. Plakatirnar verða seldar fyri ávikavist 40 kr og 25 kr.
Plakatir og bøkur skulu avgreiðast kontant/við korti, og ikki ber til at bíleggja úr húsinum.
Savnið hevur bøkur um hesi listafólk: Anker Mortensen – Arne Haugen Sørensen – Arnold Vegghamar – Astri Luihn – Bárður Jákupsson – Beinta av Reyni – Eyðun av Reyni – Frida Zachariassen – Gunleif Grube – Hanni Bjartalíð – Hansina Iversen – Håkon Gullvåg – Ian McKeever – Ingálvur av Reyni – Ingi Joensen – Janus Kamban – Jógvan Biskopstø – Jóna Rasmussen – Júlíana Sveinsdóttir og Ruth Smith – Kári Svensson – Oggi Lamhauge – Per Arnoldi – Rannvá Holm Mortensen – Thomas Arge – Thomas Kluge – Tita Vinther – Zacharias Heinesen og ymist annað.




