segði Fyribyrgingarráðið í tilmælið til landsstýrismannin, Bjarna Djurholm, undan jólum. Annars verður neyðugt at minka um skeinkiloyvini
Í samband við at landsstýrismaðurin í Vinnumálum, við kunngerð hevur givið rúsdrekkasøluni loyvi til at geva matstovum mongdarrabatt, bað hann undan jólum um eitt tilmælið frá Fyribyrgingarráðnum. Norðlýsið hevur fingið innlit í tilmælið og í tí verður mælt til at útsøluprísirnir ikki mugu lækka, tí annars verður neyðugt at lækka talið á skeinkiloyvum.
Fyribyrgingarráðið tann 23. november 2006
Fyribyrgingarráðið…. er komið til tað niðurstøðu, at um so er, at henda broytingin ikki ávirkar samlaðu rúsdrekkanýtsluna í landinum, kann ráðið taka undir við uppskotinum. Hetta merkir, at nøgdirn av rúsdrekka, sum matstovur og vertshús og aðrir skeinkiloyvishavarar lata, eigur ikki at vaksa av hesum avslátri. Eftir ráðsins hugsan fer nøgdin at vaksa, um prísurin á rúsdreakka á veitingarstøðunum minkar. Fyribyrgingarráðið vil tí mæla til, at um so er at veitingarstøðini fara t kunna keypa rúsdrekka bíligar frá landinum, eiga tey tó ikki at selja hvørja rúsdrekkaeind fyri minni enn í dag. Verður útsølulandinum, eiga tey tó ikki at selja hvørja rúsdrekkaeind fyri minni enn ídag. Verður útsøluprísurin á veitingarstøðum, hóast okkara tilmæli, minkaður, verður helst neyðugt at minka um talið av skeinkiloyvum, um vit skulu halda fast við, at miðalnýtslan av rúsdrekka í Føroyum ikki skal vaksa.
Viðvíkjandi uppskotinum um broyting av kunngerð nr. 60, frá 7. mai 1992, har skotið verður upp, at tað verður møguligt hjá skeinkiloyvishavarunum at skeinkja uttanfyri og at lata rúsdrekka út av húsinum, er ráðið komið til ta niðurstøðu, at hetta ikki er ein broyting, sum fer at ávirka samlaðu rúsdrekkanýtsluna í landinum. Ráðið vil tí ikki mæla frá hesi ætlan.




