Veðrið í dag verður myndað av einum lágtrýsti, sum er statt yvir Íslandi í morgun. Tað er á ferð tvørtur um Ísland. Á midnátt er tað eftir øllum at døma komið á leiðirnar beint norðan fyri Føroyar – miðdepilin fer at liggja einar 250 fjórðingar ú Eiðiskolli.

Í dag fer vindurin at hava sama eyðkenni – tað er kølin luft úr Vesturgrønlandi, sum rekur hendaveg.. Ættin fer at vera útsynningur. Tað er ættin eisini nú í morgun. Vindferðin í løtuni er hvassur vindur, 14 til 17 m/s. Sum dagurin gongur, fer vindurin spakuliga at veksa upp í eitt skrið, 17 til 20 m/s.
Kalda luftin vestaneftir ornar nøkur stig á vegnum ímóti okkara leiðum. Tí verður skýggjað veður. Eisini kunnu ælingar við regni væntast.
Hitin í dag fer at liggja um 4 til 6 stig.