Mánadagin 26. august kemur danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal til Føroyar á hansara árligu arbeiðsvitjan. Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann. Á skránni fyri fundin er m.a. sildatrætan og handilstiltøkini hjá ES, umframt Arktiska Ráðið og ynski um føroyskan limaskap heimshandilsfelagsskapinum, WTO.

Løgmaður og uttanríkisráðharrin hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni týsdagin 27. september kl. 11. Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum skulu boða frá á palln@tinganes.fo ella tlf. 551028 í seinasta lagi týsdagin 27. august kl. 9.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd. Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsdagin 27. august.