Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útvarp Føroya og propaganda

John William Joensen

Útvarp Føroya roynir av øllum alvi at gera veðrið í Havn so gott sum møguligt fyri útlendsku ferðafólkini

Um summari hevur ÚF eina tænastu fyri útlendsku ferðafólkini, har veðrið kring landið verður lisið upp á enskum.
Tíanverri hevur toka ligið yvir høvuðsstaðnum stóran part av vikuni, hóast restina av landinum hevur havt rættuligt sólskin.
Hettar hevur eftir øllum at døma ávirka veðurtíðindini hjá ÚF, tí í morgun var eingin mjørki í Havn sambart ÚF.
"Klaksvík, dry, sunny – Tórshavn, bright???"
Vit lata myndirnar frá web-myndatólinum hjá Føroya Tele tala fyri seg, og so kunnu føroyingar og útlendingar sjálvir meta um tað er "bright" í høvuðsstaðnum.