Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útvarpið og landsjørðin

John William Joensen

Í gjárkvøldið vóru høvuðstíðindini í ÚF, at: “Hóast bóndur eru í øðini er líkt til, at landsstýrismaðurin í tilfeingismálum fær undirtøku í samgonguni fyri at forða spekulasjón í landsjørðini….” ??

Við øðrum orðum hevur ÚF tikið støðu í málinum.

Tíðindamaðurin er av teirri sannføring, at spekulatión verður í landbúnaðinum.

Hetta verður ført fram, uttan at nakrar ábendingar eru um hetta og uttan at nøkur prógv fyriliggja. Kann ÚF loyva sær at bera so tendensiøsan tíðindaflutning?

Í annonseringini, at ákæra heila vinnugrein fyri spekulatión, bara tí at landsstýrismaðurin í tilfeingismálum pástendur tað?

Landsstýrismaðurin, sum á náttartíð hevur hevur evnað uppskot til broytingar í lógini um landsjørð, uttan at ráðføra seg við nakran uttan externan løgføðing (og nýsettan fúltrúa á Matrikulstovuni?). Uppskot, sum hann hann kallar ideologiskt ( SvF seinasta hóskvøld)!

Tað er tí sera álvarsligt av almennum miðli í tíðindasending at insinuera, at ávísur samfelagsbólkur skal steðgast at ”spekulera”, uttan at miðilin hevur sett seg inn í málið.

Hvussu høvdu tíðindini ljóðað, um onkur tingmaður legði uppskot fyri tingið um "at steðga óseriøsum tíðindaflutningi" ella "at steðga missbrúki av almennum pengum í skúlaverkinum" osfr.

Eingin ivi hevði verið um, at uppskotini høvdu verið jarðað í miðlinum, sum eisini hevði verið rætt at gjørt.

Men ikki tá tað snýr seg um landbúnaðin, so tykist tað ikki at vera trupult at finna syndabukkar. Hetta eru so tíðinda-Føroyar anno 2008.

Bjarni Djurholm