Í morgunsendingini hjá ÚF varð nógv gjørt burtur úr tunnilsfundinum í Skopun og long samrøða við Gerhard Lognberg – men Páll á Reynatúgvu varð ikki nevndur
Vit skulu ikki spola tíðina longur aftur enn til seinasta løgtingsval tá Sandoyar Tjóðveldisfelag valdi at stilla eitt valevni – Páll á Reynatúgvu – upp til løgtingið.
Síðani avgjørdi leiðslan í Tjóðveldinum eisini at stilla Elis Poulsen upp. Endin var at løgtingslimurin hjá Tjóðveldinum í Sandoynni gjørdist júst ov stuttur til at endurvinna løgtingssessin, men tá landsstýri varð skipað kom hann inn í løgtingið sum eykamaður.
Tað er tí falli fleiri sandoyingum fyri brósti at útvarpsmaðurin ikki tosaði við 17. mannin í samgonguni, sum eins og Gerhard Lognberg røddi á tunnilsfundinum í Skopun gjárakvøldi.




