Fyrsti línubáturin, ið kemur aftur av fyrsta túrinum av Flemish Cap er Váðasteinur. Tað er Niclas Frederik Davidsen av Toftum, sum er útgerðarmaður og Árni Zachariassen úr Klaksvík, ið er skipari á Váðasteini.
Fyri løtu síðani høvdu vit Árna Zachariassen í telefonini. Árni sigur, at teir beint nú hava júst 1000 fjórðingar eftir til Føroyar. Vit sigla einar 9-11 fjórðingar um tíman, so gongur alt sum nú, so vera tað fýra samdøgur til vit eru á Toftum.
Vit hava umlei 250.000 pund av toski 1,2 og 3 í lastini og fiskiskapurin hevur gingið sera væl. Besta dagin fingu vit 75.000 pund og vánaligasta dagin fingu vit 24.000 pund av toski niður, so hetta eru onnur tøl enn tey vit , sum eru vanir at fiska kring Føroyar, eru vanir við. Vit fóru úr Føroyum 2. Januar, ferðin yvir gekk eitt sindur illa, tí vit brúktu 8 samdøgur. Yvirkomnir fiskaðu vit í fimm dagar til skipið var fult og vit vendu nøsina heim aftur.
Upp á fyrispurning, um teir fingu nakað annað slag av fiski á línuni, sigur Árni, at tað var nógv mest toskur, men eg sá fleiri hýsur hendan túrin enn tær fáu eg sá øll míni ár á Flemish Cap á saltfiskaveiðu, so tað sær út til at hýsan hevur ment seg har. Hýsan var sera feit og stór, nakrar brosmur og longur sóu vit eisini og so eitt sløð av kalva.
Nú eru vit spentir uppá hvønn prís vit fara at fáa fyri fiskin, segði Árni Zachariassen at enda í samrøðuni og bað okkum heilsa heima og siga at teir allir hava tað gott og gleða seg at koma heim.
Vit rokna við at okkurt skal gerast umborð nú vit vera heima so helst fara at ganga einir seks dagar til vit eru klárir at fara yvir aftur, legði han afturat.




