Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Váðasteinur kom á Toftir í kvøld, fullfermdur av Flemish Cap

Oliver Joensen

Árni Zachariasen, skipari á Váðasteini sigur, at teir hava umleið 240.000 pund av góðum toski. 15 mans hava verið við Váðasteini hendan túrin og fyribils er lastin seld fyri slakar 1,8 milj. krónur. Hetta er fyribilsupphædd, sigur skiparin Árni Zachariassen, nú veldst um hvat fiskurin fer at viga tá landað er og harafturat eisini hvussu alt kemur út, nevniliga hvussu støddin á fiskinum kemur at roynast.

Váðasteinur kom á Toftir í kvøld um átta tíðina og farið var undir at landa við tað sama.

Um túrin sigur Árni Zachariasen, at teir fóru av Toftum 1. januar. Ferðin yvir gekk hampuliga væl, teir brúktu 8 samdøgur yvir á Flemis Chap. Fiskiskapurin gekk sera væl, tí tá teir høvdu fiska í umleið fim dagar, var skipið fult. Heimferðin gekk upp aftur betur enn ferð yvir, vit hava bert brúkt 6 1/2 samdøgur um heimferðina. Slagið er gott, mest stórur toskur og sera lítið av øðrum, vit fingu nakrar fáa spraggur eisini og sóu eitt sløð av hýsu og øðrum fiski.

Ætlanin er at fara av stað aftur við kós á Flemish Cap mikudagin.