Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl at fáa

Oliver Joensen

Tá vit frættu frá Atlantic Navigator ídag, tey lótu væl at fiskiskapinum, hóast fyrsti fiskidagurin var í gjár.

Vit høvdu ein góðan dag ígjár, verður sagt, eini 350 tons av rundum, men vit hava ligið bak nakað av degnum ídag, men seint seinnapartin kastaðu vit aftur.

Tað er heldur minni at síggja ídag, men hetta kemst kanska av keðiliga veðrinum í nátt og ímorgun, so tað man helst fara at vera betur nú hann linkar vindin. Christian í Grótinum og Fagraberg eru eisini her á leiðini.

Vit hava tað øll gott og lata heilsa heim til okkara kæru, verður sagt av Atlantic Navigator íkvøld.