Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl av fólki møtti til minningarhaldið

Orð & Myndir: Dávur Winther

Tó at veðrið kanska ikki var av tí besta fyrra partin av seinnapartinum, so var valt at hava minningarhaldið úti, heldur enn t.d. í kirkjuni. Veðrið batnaði tó út móti kl. 15.30, tá ið minningarhald teirra sjólátnu skuldi byrja. Væl av fólki møtti til minningarhaldið.

Orð & Myndir: Dávur Winther

Tó at veðrið kanska ikki var av tí besta fyrra partin av seinnapartinum, so var valt at hava minningarhaldið úti, heldur enn t.d. í kirkjuni. Veðrið batnaði tó út móti kl. 15.30, tá ið minningarhald teirra sjólátnu skuldi byrja. Væl av fólki møtti til minningarhaldið.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bóðaði vælkomin. Síðani sang Betesdakórið, Gud, ger meg til eitt lítið ljós og felagssálmurin, Stýr míni skútu í ódn og logn, varð sungin.

Hanus Lassen, skipari flutti fram røða og eftir hann vórðu kransar lagdir:

Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Føroya Landsstýri: Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður harmaðist um ikki at kunna møta. Hann var á Syðradali til minningarhaldið har, men báturin, sum skuldi føra hann til Klaksvíkar, fekk maskinskaða, so hann náddi ikki at leggja kransin í gamla Kirkjugarði. Hetta gjørdi tí borgarstjórin fyri hann.

Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður

Betesdakórið sang, Má Harrin tykkum varða og felagssálmur, Breið tínar náðiveingir, varð sungin.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini takkaði Hanusi fyri røðuna og Betesdakórinum fyri sangin og at syngja fyri. Eisini takkaði hon teimum, sum høvdu lagt krans, eins og hon takkaði teimum, sum vóru komin saman til vakra siðin at minnast tey, ið farin vóru.

Eftir minningarhaldið varð boðið til ein drekkamunn í Betesda.

Sjólátnir í 2013/2014:
Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014

Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014

Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014

Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014

Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014

Guðs friður veri við minni teirra.