Hóskvøldið bjóðaði Føroya Shell í Norðoyggjum sjófólk og øðrum til eitt hugnaligt og øðrvísi tiltak í Atlantis og var tað sera væl eydna.
Síðsta hósdag skipaði Føroya Shell í Norðoyggjum fyri tiltaki fyri sjófólk í Atlantis. Meiningin var at hava eitt tiltak, men av tí at undirtøkan var so góð, var neyðugt at hava tvey tiltøk. Tað fyrra tiltakið var kl. 16.00 og tað seinna kl. 19.00.
Tiltakið byrjaði við at leiðarin hjá Føroya Shell í Norðoyggjum, Niclas Heri Jákupsson bjóði vælkomin. Hann greiddi eitt sindur frá hvussu kvøldið fór at verða og presenteraði persónarnir sum skuldu leggja fram. Tað fyrsta sum var á skránni, var ein stuttur, men áhugaverdur fyrilestur hjá Petur Steingrund fiskifrøðingi. Fyrilesturin nevndi hann Fiskiskapur við línu í mun til livilíkindini í sjónum. Nógv áhugavert hevði Petur at siga fjøldini, sum forvitnisliga lurtaði eftir – millum annað legði hann kanningar og tøl fram sum vístu, at tá nokk av gróðri er í havinum, so tekur toskurin ikki og øvugt kundi hann eisini vísa á, at tá eingin føði er í sjónum, so legur toskurin á agni. Eisini staðfestu hansara mátingar, at tá eingin føði er til, so kemur toskurin nærri landi. Tað næsta sum var á skránni, var ein fyrilestur við Knud Simonsen havfrøðingi, sum hann kallaði Sjóvarfall á teldu. Hetta var eisini ein sera áhugaverdur fyrilestur, sum vísti hvussu nýggj teknologi kann brúkast til eina elligamla vinnu. Til allar framløgurnar bleiv eisini vístar myndir og serliga til henda fyrilesturin var stuttligt at síggja, hvussu streymurin rekur runt oyggjarnar. Tá Knud var liðugur var ein lítil steðgur, har menn kundu strekkja sær beinini. Í steðginum bjóði Føroya Shell sera vælsmakkandi høvdasuppuna frá Høvdavirkinum í Leirvík. Eftir steðgin greiddi Hans Eli Hansen lærari frá, um Óeydnusferðina hjá Dart. Hetta er ein sera spennandi søga og dugdi Hans Eli sera væl at greiða frá. Í 1901 fór 5 ungir mans til Vesmanna eftir sluppini Dart. Teir skuldu sigla hana til Klaksvíkar, komnir á Gøtunes kom ódnarvegur á teir seglini skrædnaðu og teir ruku suðureftir. 7. dagin sóu teir land og var tað Hetland. Í Hetlandi fingu teir alla tað hjálp sum teir høvdu brúk fyri. Skipið bleiv gjørt í stand aftur og kósin bleiv aftur sett til Føroyar. Tríggir mánar eftir at teir fóru av Klaksvík, komu teir aftur í øllum góðum. Ein sera dramatisk søga, sum tíbetur fekk ein góðan enda. Tað síðsta sum var á skránni var ikki minst líka áhugavert og spennandi. Bjarti Thomsen granskingarleiðari vísti 3 vidioklipp sum vóru tikin við undirvatnsfilmstóli. Man sá hvussu fiskur beit á snellu, hvussu hann beit á línu og hvussu hann kom í trol. Í meðan filmsbrotini koyrdu, greiddi Bjarti eisini frá ymiskum sum hevði við reiðskapin at gera. Samanumtikið ein sera hugnalig og gevandi løta og eiga allir fyrilestrahaldarnir stóra tøkk uppiborna. Føroya Shell eigur eisini eina tøkk fyri at hava tikið stig til hetta heldur øðrvísi, men góða tiltak.




