Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl eydnaður fyrilestur

Dávur Winther

Gjárkvøldi kl. 19 skipaði Psykiatriski depilin fyri almennum fyrilestri um ótta í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Gjárkvøldi kl. 19 skipaði Psykiatriski depilin fyri almennum fyrilestri um ótta í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Hópin av fólki møtti upp – so nógv, at neyðugt varð at seta fleiri stólar fram.

Tormóður Stórá psykiatari og leiðandi yvirlækni á Psykiatriski depilinum greiddi frá um ótta og angist, sum eini 2.500 føroyingar líða av í størri og minni mun.

Jú fyrr tú søkir tær hjálp fyri angirst, lættari er at lekja. Umráðandi er at søkja sakkøna hjálp og vitan um hugtøk og symptomir, og annars læra at tora at venda aftur til tað, ið fremur óttan – eksponera, sum tað verður kallað.

Útlit fyri leking eru, at 1/3 fær varandi linna – gerast frísk, 1/3 kann fáa smærri og færri herindi aftur 1/3 kann fáa tað verri.

Greitt frá eyðkennum og hvør hjálp er at fáa. Viðgerðin, sum er umráðandi at byrja tíðliga, kann vera heilivágur ella spykiatrisk viðgerð – samtala ella kognitev viðgerð ella eitt samanfall av hesum.

Ein boðskapur til hin sjúka var, at tankarnir, sum ávirka gerandisdagin so nógv, at hann gerst óliviligur, bert eru tankar ella hugsanir og ikki veruleiki, so sum hin sjúki kann uppfata hann.

Ein áhugaverdur fyrilestur, sum Psykiatriski Depilin skipar regluliga fyri – við ymiskum heitum, fyri at kunna um virksemi teirra.

Á Økis Psykiatriini fyri Norðoyggjar, sum eisini umfatar ein part av Eysturoynni, starvast Miriam Heinesen og Randi Borðoy.

Harleywoodpaint