Ferðslan minkaði heili 14% í Vágatunnlinum í januar og 6% í februar í mun til sama tíðarskeið í 2014. Í Norðoyatunnlinum var afturgongdin 5% í januar, men ferðslan vaks 3% í februar. Orsøkin er fyrst og fremst vánalig koyrilíkindi við kava har m.a. Vágatunnilin varð stongdur fyri ferðslu. Leygardagin var tunnilsdagur í Norðoyatunnlinum og tá øktist ferðslan 75%. Fyri einari viku síðan var tunnilsdagur í Vágatunnlinum, men tá var minni ferðsla í Vágatunnlinum enn miðalferðslan pr. dag fyri árið.
Annars minkaði ferðslan heili 14% í Vágatunnlinum í januar og 6% í februar í mun til sama tíðarskeið í 2014. Í Norðoyatunnlinum var afturgongdin 5% í januar, men ferðslan vaks 3% í februar. Orsøkin er fyrst og fremst vánalig koyrilíkindi við kava har m.a. Vágatunnilin varð stongdur fyri ferðslu. Leygardagin var tunnilsdagur í Norðoyatunnlinum og tá øktist ferðslan 75%. Fyri einari viku síðan var tunnilsdagur í Vágatunnlinum, men tá var minni ferðsla í Vágatunnlinum enn miðalferðslan pr. dag fyri árið.
Góður tunnilsdagur
Í miðal (2014) koyra 2310 akfør í Norðoyatunnlinum pr. dagog leygardagin koyrdu 3966 akfør í gjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta er ein økin á næstan 20% samanbori sama tunnilsdag 2014 tá 3446 akfør koyrdu gjøgnum tunnilin.




