Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl havdir í Íslandi

Dávur Winther

8 menn úr Fuglafirði hava hetta vikuskiftið vitjað Húsavík í Íslandi, sum er vinarbýur hjá Fuglafirði.

8 menn úr Fuglafirði hava hetta vikuskiftið vitjað Húsavík í Íslandi, sum er vinarbýur hjá Fuglafirði.

Borgarstjórin, Bergur Eilias Ágústsson, hevur frá fyrstu tíð, vit komu, staðið við okkara lið og sýnt okkum stóra blíðskap, hann hevur víst okkum vakra staðin, Húsavík. Vit hava verið á vøllinum – har eru tveir, annari í náttúrgrasi, ið verður vatnaður og hin, sum vanligur graslíkisvøllur. Við skúlan eru tveir minni gaslíkisvallir eisini. Havnalagið hava vit sjálvandi eisini sæð.

Vitjað varð í býráðshúsinum, har Bergur greiddi hugtakandi frá, hvussu teir ætla at venda gongdini at hava mist 30 % av fólkinum og vinnuni seinnu árini. M.a. ætlað teir saman við ríkinum og vinnuni at útbyggja elverkið munandi við vatnorku, sum teir halda vil vekir áhugan hjá vinnuni og fólki annars at flyta aftur á norðurlandið.

Á skrivstovuni hjá borgarstjóranum hekk vøkur mynd, sum hann hevði fingið frá Fuglafjarðar kommunu fyri nøkrum árum síðan. Hesa myndina hevur Frits málað.

Gestirnir, sum hava vitjað í Húsavík hetta vikuskiftið, nú Sjómannadagur eisini hevur verið um alt Ísland, eru Frits Johannesn, Petur Martin Petersen, Kristin Poulsen, Jákup Pauli Johannesen, Jógvan og Bárður á Lakjuni og Dávur Winther.

Ørindini vóru at greiða frá um seyðahald í Føroyum, sum var væl vitjað – eisini av eldri seyðabóndum, eins og tveimum damum úr Føroyum, Fridu av Eiði og Emmy úr Suðuroyð, sum høvdu búð í Húsavík í nærstan 50 ár.

Eisini kom vinsæli Victor og aðrir, menn frá Klaksvík, sum vóru á Austtjørn at vitja í Húsavík.

Eftir at hava etið ein góðan bitað í gjár, endaði kvøldið við at vitja seyðahúsið hjá borgartsjóranum, Bergi, nakað omanfyri húsavík.

Ávegis aftur til Reykjavíkar steðgaðu við á Akureyri, har sjómanndagurin varð hátíðarhildin, eins og so nógvar aðrarsteðis í Íslandi.

Jú, sigast má, at vit hava verið væl havdir í Íslandi og hava notið miklan blíðskap, hava sæð Drangoy og annars vøkru og stórsliðnu náttúruna í Íslandi.

Úr seyðakvæði bóndans, sum Petur Martin Petersen hevur yrkt:

Líta vit á ársins gátt

á bóndans verk í vavi,

síggja vit so skjótt og brátt

at verk hans alt er strævið.

Niðurlag: Vit bóndanum lov her tí kvøða,

vit verk hans í vísu umrøða,

bóndin vann á árinum,

vit bóndanum lov her tí kvøða.