Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl mannað AIK lið

Jákup Ósá

Við at hyggja eftir AIK hópinum sæst, at her er KÍ uppi ímóti einum sterkum liði.

Summi hugdu kanska eftir dystinum millum Svøríki og Polandi í U21 endaspælinum í kvøld. Dagsins leikari var svenski miðvallarleikarin Kristoffer Olsson, sum eisini var liðskipari hjá Svøríki. Til dagligt spælir hann við AIK. 

Hyggja vit eftir A-landsliðnum hjá Finnlandi, so vóru tveir AIK leikarar í hópinum seinasta landsdyst. Teir vóru verjuleikarin Sauli Vaisanen og álopsleikarin Eero Markkanen. Í hópinum er eisini ein íslendingur, sum hevur spælt 7 A-landsdystir. Tað er Haukur Heiðar Hauksson. 

Kanska kendasti leikarin er 37 ára gamli liðskiparin og vinstri bakkurin Nils-Eric Johansson. Hann hevur spælt 86 dystir fyri Blackburn og 75 dystir fyri Leicester. Annars hava fleiri spælt einstakar dystir fyri svenska A-landsliðið, í fleiri førum til venjingardystir, tá leikararnir sum hava spælt uttanlands ikki hava verið í hópinum. Eisini eru fleiri við U-landsdystum fyri Svøríki. 

Á pappírinum er talan í øllum førum um eitt lið, sum er væl mannað. AIK liggur í løtuni á 4. plássi í Svøríki eftir 12 umfør. við 21 stigum, 6 færri enn oddaliðið Malmø FF.  AIk hevur bara skorað 11 mál, men hevur hinvegin bara latið 7 mál ígjøgnum. So fá mál hevur einki annað lið latið ígjøgnum. 

Mynd: friendsarena.se