Hóast veðrið var sera kalt leygardagin seinnapartin, so fyltu KÍ-áskoðararnir, sum fóru út á Toftir, væl meir enn upp í tann eina bussin, sum koyrdi av Leirvík út á Toftir, og teir hoyrdust eisini aftur í nógva kuldanum á Svangaskarði, har KÍ fleiri ferðir setti nervarnar hjá teimum undir trýst.
Fagnaður og vónbrot, gleði og øði, alt hvørt um annað soleiðis eru treytirnar mangan í fótbólti, tá ein er áskoðari.
Serstakliga kann tað vera strævið og spennandi í steypakappingini, tá tað er alt ella einki fyri liðið, sum ein heldur við.
Kvartfinaludysturin á Svangaskarði millum B68 og KÍ leygaradagin, er als einki undantak í so máta tvørturímóti!!
Sum í Gundadali í 1998,
men hesa ferð vann KÍ !
Ikki er tað sørt, at hesin dysturin minnir um seinna semifinaludystin í 1998 millum HB og KÍ í Gundadali, sum eisini endaði 5-5 og mátti avgerast við brotsspørkum stóri munurin er bara tann, at tann dysturin endaði við tapi til KÍ, meðan hesin endaði við sukursøtum sigri eftir einar 130 sera spennandi minuttir!!!
Ferð eftir ferð leygardagin eydnaðist tað KÍ-arunum at leggja seg framum, men hvørja ferð komu treisku toftamenninir afturíaftur.
Dysturin í høvuðstølum:
B68 KÍ
Vanligi dysturin: 4-4 (1-3)
0-1: (16.) Harley Bertholdsen, KÍ (eftir hornaspark)
0-2: (18.) Hjalgrím Elttør, KÍ
1-2: (20.) Dánjal Hansen, B68 (brotsspark)
1-3: (37.) Eyðun Klakstein, KÍ
2-3: (55.) Kristian Anton Andreassen, B68
2-4: (76.) Hjalgrím Elttør, KÍ
3-4: (86.) Jóhan Petur Poulsen, B68
4-4: (93.) Sjálvmál av Alexander Djordjevic, KÍ
Eftir eykatíð (2 x 15 min.): 5-5
4-5: (100.) Fríðin Ziskason, KÍ
5-5: (105.) Dánjal Hansen, B68
Eftir brotssparkskapping: 9-10
6-5: Dánjal Hansen, B68
6-6: Allan Joensen, KÍ
7-6: Albert Sævarsson (málmaðurin), B68
7-7: Jan Andreasen, KÍ
8-7: Øssur Hansen, B68
x-x: Ovi Nysted, KÍ, rakar yvirliggjaran (ikki mál)
9-7: Fróði Benjaminsen, B68
9-8: Hjalgrím Elttør, KÍ
x-x: Hans Fróði Hansen, B68, rakar á yvirliggjaran.
9-9: Fríðin Ziskason, KÍ
x-x: Øssur Jacobsen, B68, skjýtur, men Karstin bjargar!
9-10: Erling Fles, KÍ




