Vinnan:
Seinasti Netverksfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík fyri summarsteðgin varð hildin í Norðoya Sparikassa týsdagin í vikuni fyri stívliga 30 vinnulívsfólkum.
Spennandi søgan hjá sparikassanum var greiðliga tikin ígjøgnum frá tíðini 1919, tá Olaf Olsen (Olaf á Stongunum), Jógvan Zachariassen, lækni, Alexander Enniberg, lærari, Thomas J. Petersen, sýslumaður, Jógvan Kjølbro, reiðari og keypmaður og Símun Petur Zachariassen, lærari, løgdu frá landi fyri at útvega Norðoyggjum ein peningastovn, tí mett var, at skal menning verða í økinum, er neyðugt við einum lokalum peningastovni.
Stjórin Marner Mortensen, legði til brots undir heitinum: “Sparikassin – ein lokalur viðspælari” og hevði nøkur brot, sum hann gekk út frá: “Stutt um stovnan, endamál og gongdina higartil”, – “virksemið og fíggjarliga styrkin hjá sparikassanum í dag”, – “Er framvegis brúk fyri sparikassanum”?, – “Lokalir viðspælarar eru ein fortreyt fyri menning”, – “Kappingarføri og framtíðarútlit”! – Síðani var høvi til spurningar hjá luttakarunum.
Í tølum og grafum varð víst, hvønn leiklut Sparikassin hevði sammett við hinar peningastovnarnir í landinum. Sparikassin hevur stívliga 12% av føroysku útlánunum, harav 57% eru í Norðoyggjaum og 43% uttanfyri.
Tvær deildir
umframt høvuðssætið
Sparikassin hevur umframt høvuðsdeildina í Klaksvík so deildir í Fuglafirði og í Tórshavn, har 47 fólk starvast í alt. Flestu teirra eru í Klaksvík 36 í tali.
Víst var á, hvussu stóran týdning hesin peningastovnurin hevur haft og hevur fyri øki, og kann vera, sum tikið varð til ein “tolin vágatakari”, tí hann kennir marknaðin í nærøkinum og kann tí vera tað. Eisini varð víst til, at virkað verður fyri eini sunnari og øktari dyggari tænastu, har avgerðir og avgreiðslur eru skjótar.
Týðandi peningastovnur
í Føroyum
Verður roknaður frá Finanstilsynets síðu, at vera…”systemisk vigtig financielt institutt på Færøerne…”. Eisini ein sparikassi, har ábyrgdarpeningurin er tvífaldaður úr 8,2 mió. krónur í 2013 til 16,5 mió. krónur í 2015. So áhugin er stórur fyri at gerast ábyrgdari, har rentan liggur um 5%.
Hetta er bert eitt lítið brot úr frásøgnini hjá sparikassastjóranum á netverksfundinum, sum eisini kom inn á lángeving til sethúsabygging og um veðseting úti í landinum og næm nærri við vinnulívsfígging, sum ídag er 30% av útlánunum og sostatt ein týðandi lánistovnur og drúgvur viðspælari í økinum ein væl og uttanfyri.
Til seinast varð greitt frá framtíðarútlitum o.ø.
Vinnulívsfólkið fór til hús, samd um, at hetta var ein áhugaverd frásagnarløta og kendist sum ein løta í einum vinnulívsmiðdepli.
Vinnulívsráðið fer aftur til verka beint eftir summarsteðgin við fleiri Netverksfundum í heyst.




