Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað Blithesome og Coraliu framsýning

John William Joensen

Sigast má, at vit vórðu tiknir á bóli leygardagin 19. november, tá útivið 250 fólk møttu til framsýningina, vit høvdu als ikki rokna við so stórari undirtøku, sigur fyrireikarin hjá Klaksvíkar Býráð, Dávur Winther.

Í samband við at liðin eru 70 ár síðani Coralia bjargaði manningini á Blithesome, settið Klaksvíkar býráð sær fyri at gera eitt tiltak til at minnast hendingina.
Býráðið keypti modellini av Blithesome og coraliu, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt. Heitt varð á Óla Olsen, sjómansskúlalærara og rithøvund um at skipa eina framsýning og annars greiða frá um hendingina.
Dávur Davidsen úr Tjørnuvík var eisini við, og tað var hann, ið avdúkaði modellini av Coraliu og Blithesome. Dávur hevur givið út bókina Dávur í Tjørnuvík, sum sjálvandi eisini snýr seg um hesa hendingina, tí Dávur er nevniliga einasti eftirlivandi av teimum sum vóru við Coraliu og blithesome.

Bjargingarbragd
Um sjálvan hendingina fyri 70 árum síðani, skrivaði Óli Olsen, millum annað hetta í Skáanum í Dimmalætting:
"Fyrst í september mánaði 1935 komu fleiri føroysk skip, ið vóru á heimleið, í eitt herviligt ódnarveður, og hóast ikki øll komu afturíaftur, fórst eingin maður. Tað var í hesum ódnarveðrinum, at Blithesome sakk, og at manningin undir sera hættisligum umstøðum varð stjórað umborð á Coraliu. Klaksvíkssluppirnar Coronet og Carlton vóru eisini illa staddar í sama ódnarveðri.
Coronet misti stórmastrina og rak til Nýfundlands og kom ongantíð aftur.
Summarið 1935 høvdu Blithesome og Coralia verið uppi í Artic-ekspeditiónini í Grønlandi – høvdu fiskað kalva og tosk, ið teir avreiddu til danska móðurskipið Artic. Mortan Johannesen í Hvannasundi førdi Blithesome, og 24 ára gamli sonur hansara, Kaj, Coraliu, og teir avgjørdu at fylgjast heim. Farið varð úr Føroyingahavnini 3. september, og tá ið teir komu suður á Kappan, brast hann á við rokstormi av landnyrðingi.
Blithesome kom í havsneyð, og nú fór fram eitt tað sjáldsamasta og váðiligasta bjargingarbrage, vit vita um at siga. Ein bjarging útint undir ófatiliga truplum umstøðum. Ein tilburður, sum lýsir føroyskan sjómansskap, tá ið hann er allarbestur."
Tað var annars borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sum bjóðaði vælkomin og handaði hann eisini Dáva í Tjørnuvík blómum. Sangbólkurin vitin gav eisini sín íblástur við sangi, eins og skipað varð fyri felagssangi. At enda tók Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri saman um og nevndi týdningin av at vit fjálga um okkara søgu.

—-

Blithesome" og "Coralia"



á 70-ára minningardegnum í býráðshøllini í Klaksvík,  19. november 2005

Lag: Av øllum teim snekkjum ….

Í kvæðum vit kvøða um kappar og brøgd,
sum verk sítt í víggi væl framdu,
um avrik, sum avgomul enn verða søgd,
tá drekar við svøri teir tamdu.

Vit enn eiga kappar, um svørðið teir ei
við lið sína meira enn bera,
tó roysnir teir fremja á fjarari leið,
har virknir teir verk sítt enn gera.

Um kappar, sum avreksverk framdu um stund,
tá Rán teir á Kappa gat hitta,
og frekur teim stevndi á feigdarfund,
sum lagnan teir tó lærdi lyfta.

Coralia, Blithesome á ferð heim við fong,
sum systkin um stórhavið sigldu,
um ferðin úr Grønlandi teim tyktist long,
tey lívgandi hvør øðrum fylgdu.

Á Kappa teim bylgjan tó gjørdist ov trá,
um mannligt teir bardust ímóti,
hin eini komst undan, hin lá eftirá,
sakk niður í djúphavsins gjótu.

Tó avrek teir framdu,tá Blithesome bleiv vrak,
tá manning úr dýpi teir drógu,
tá reystir teir tóku við ódnina tak,
har bardir í sjógvi teir lógu.

Coralia lívdi, tá ringast alt var,
tá lív hekk í veikari líni,
frá søkkandi skútu mót lívi hon bar,
á dekksbáti fríðum og fínum.

Coralia førdi teir allar í havn,
sum sjódrignir lívið tó tugdu,
á skútuni lítlu, sum tó gjørdi "gavn",
tá deyðan í eygu teir hugdu.

Coralia tænti enn árini mong,
sum skúta for oss, sum her búgva
og bar yvir bylgju várt landi sín fong,
sum matkovan væl mundi stúgva.

At enda hon eina á vánni lá gloymd,
hon lá har so gomul og happað,
í fúnaðum sprekum tó søgan lá goymd,
um avrek hon framdi á Kappa.

At enda hon smoykin í dýpið sær slapp,
at hitta tær skútur, har lógu,
tí dýpið tað loynir og fjalir hvørt happ,
og gevur við hvíldina góðu.

———–

Í dag tit tó reisa tveim skútum ein "stein",
ið verða skal teimum til sóma,
at søgan enn okkum kann standa so rein,
at kappabrøgd góð vit enn hóma.

Tí takka vit tykkum, sum oss hava reitt,
eitt minni um skútur í vanda,
nú gjørdar til prýðis úr hondum væl greitt,
tvær skútur sum varðar, nú standa.

Við heilsan frá okkum úr Fuglafirði