Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað ferð gjøgnum Útnyrðingsleiðina

Norðlýsið

Fyrsta stóra ferðamannaskipið, ið hevur siglt gjøgnum Útnyrðingsleiðina, Crystal Serenity, kom fríggjadagin til New York eftir eina væleydnaða ferð norður um amerikanska meginlandið.

Fyrsta stóra ferðamannaskipið, ið hevur siglt gjøgnum Útnyrðingsleiðina, Crystal Serenity, kom fríggjadagin til New York eftir eina væleydnaða ferð norður um amerikanska meginlandið.

Meira enn 1.000 ferðafólk og manningin, ið taldi 600, luttóku á tí 7.297 fjórðinga langa túrinum, ið vardi í 32 samdøgur.

Bretska rannsóknarskipið RRS Ernest Shackleton fylgdist við ferðamannaskipinum í norðasta partinum av túrinum, sum tó varð avgreiddur uttan trupulleikar.

Crystal Cruises sigur, at túrurin var sera væleydnaður og at hann verður endurtikin næsta ár.

Kelda: Crystal Cruises/antares.fo